Evangeliið eftir Jóhannes 1

Guðs orð er skapanarorðið

1 Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð. 2 Hetta var í fyrstuni hjá Guði. 3 Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. 4 Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. 5 Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.

Skapanarorðið var í heiminum og gjørdist menniskja

6 Maður kom, sendur frá Guði, hann æt Jóhannes. 7 Hesin kom til vitnisburðar, til tess at hann skuldi vitna um ljósið, fyri at allir skuldu trúgva við honum. 8 Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. 9 Hitt sanna ljósið, sum upplýsir hvørja menniskju, var við at koma í heimin. 10 Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, og heimurin kendi hann ikki. 11 Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. 12 Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, 13 sum ikki eru gitnir av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Guði. 14 Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. 15 Jóhannes vitnar um hann og rópar og sigur: «Hetta var hann, sum eg segði um: Tann, sum kemur aftan á meg, er komin undan mær; tí at hann var fyrr enn eg.» 16 Tí at av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman á náði; 17 tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi. 18 Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; hin einborni sonurin, sum er í fangi faðirsins, hann hevur kunngjørt hann.

Doyparans vitnisburður

19 Og hetta er vitnisburður Jóhannesar, tá ið Jødarnir sendu prestar og Levitar frá Jerúsalem til tess at spyrja hann: «Hvør ert tú?» 20 Og hann ásannaði og noktaði ikki, og hann ásannaði: «Eg eri ikki Kristus.» 21 Og teir spurdu hann: «Hvat tá? Ert tú Elia?» Hann sigur: «Ikki eri eg tað.» «Ert tú profeturin?» Og hann svaraði: «Nei.» 22 Teir søgdu tá við hann: «Hvør ert tú? fyri at vit kunnu geva teimum svar, sum hava sent okkum. Hvat sigur tú um teg sjálvan?» 23 Hann segði: «Eg eri rødd á einum, sum rópar í oyðimørkini: Gerið beinan veg Harrans, eins og Jesaja profetur hevur sagt.» 24 Men teir, sum sendir vóru, vóru úr flokki Farisearanna. 25 Og teir spurdu hann og søgdu við hann: «Hví doypir tú tá, um tú ikki ert Kristus, ei heldur Elia, ei heldur profeturin?» 26 Jóhannes svaraði teimum og segði: «Eg doypi við vatni; mitt ímillum tykkara stendur hann, sum tit ikki kenna, 27 hann sum kemur aftan á meg, sum eg ikki eri verdur at loysa tveingirnar hjá.» 28 Hetta hendi í Betániu, hinumegin Jórdan, har sum Jóhannes doypti. 29 Dagin eftir sær hann Jesus koma til sín og sigur: «Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins! 30 Hann er tann, sum eg segði um: Aftan á meg kemur maður, sum hevur verið undan mær; tí at hann var fyrr enn eg. 31 Og eg kendi hann ikki; men fyri at hann skuldi verða opinberaður fyri Ísrael, tí eri eg komin og doypi við vatni.» 32 Og Jóhannes vitnaði og segði: «Eg sá andan stíga niður av himni í dúgvu líki, og hann varð verandi yvir honum. 33 Og eg kendi hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa við vatni, hann segði við meg: «Hann, sum tú sært andan stíga niður yvir og verða verandi yvir, hann er tann, sum doypir við heilagum anda.» 34 Og eg havi sæð tað og havi vitnað, at hesin er sonur Guðs.»

Jesus fær sær lærusveinar

35 Dagin eftir stóð Jóhannes har aftur og tveir av lærusveinum hansara. 36 Og í tí hann hugdi at Jesusi, sum kom gangandi, sigur hann: «Sí, Guðslambið!» 37 Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesus. 38 Men Jesus vendi sær á, og tá ið hann sá teir koma aftan á seg, sigur hann við teir: 39 «Hvørjum leita tit eftir?» Men teir søgdu við hann: «Rabbi (sum útlagt merkir: meistari), hvar býrt tú?» 40 Hann sigur við teir: «Komið og síggið!» Teir komu og sóu, hvar hann búði, og teir vórðu verandi hjá honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíma. 41 Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum høvdu hoyrt hetta av Jóhannesi og høvdu fylgt honum. 42 Hann finnur fyrst bróður sín, Símun, og sigur við hann: «Vit hava funnið Messias» (sum er tað sama sum Kristus; tað er: salvaður). 43 Og hann førdi hann til Jesus. Men Jesus hugdi upp á hann og segði: «Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas (sum er útlagt: Petros; tað er: klettur.) 44 Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu, og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann: «Fylg mær!» 45 Men Filippus var úr Betsajdu, bygd teirra Andriasar og Pæturs. 46 Filippus finnur Natanael og sigur við hann: «Vit hava funnið tann, sum Móses í lógini og profetarnir hava skrivað um, Jesus, son Jósefs úr Nasaret.» 47 Og Natanael segði við hann: «Kann nakað gott vera úr Nasaret?» Filippus sigur við hann: «Kom og síggj!» 48 Jesus sá Natanael koma til sín, og hann sigur um hann: «Sí, har er av sonnum Ísraelitur, sum ikki svik eru í!» 49 Natanael sigur við hann: «Hvaðan kennir tú meg?» Jesus svaraði og segði við hann: «Áðrenn Filippus rópaði teg, sá eg teg, har sum tú vart undir fikutræinum.» 50 Natanael svaraði honum: «Rabbi, tú ert sonur Guðs, tú ert kongur Ísraels!» 51 Jesus svaraði og segði við hann: «Trýrt tú, tí at eg segði tær, at eg sá teg undir fikutræinum? Tú skalt síggja tað, sum størri er enn hetta.» 52 Og hann segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu síggja himmalin opnan, og einglar Guðs stíga upp og stíga niður yvir menniskjusonin.»

Evangeliið eftir Jóhannes 2

Brúdleyp í Kána

1 Og triðja dagin varð hildið brúdleyp í Kána í Galileu, og móðir Jesu var har. 2 Men eisini Jesus varð boðin í brúdleypið og lærusveinar hansara. 3 Og tá ið har treyt vín, sigur móðir Jesu við hann: «Tey hava einki vín.» 4 Og Jesus sigur við hana: «Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin.» 5 Móðir hansara sigur við tænararnar: «Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.» 6 Men har vóru sett seks vatnsker av steini eftir reinsanarsiði hjá Jødum, og tók hvørt teirra tvær ella tríggjar kannur. 7 Jesus sigur við teir: «Fyllið vatnskerini við vatni!» Og teir fyltu tey á tremur. 8 Og hann sigur við teir: «Oysið nú upp og berið høvuðskokkinum!» Og teir bóru honum. 9 Men tá ið høvuðskokkurin smakkaði á vatnið, sum var vorðið vín, og ikki visti, hvaðan tað var, – men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið upp, vistu tað – kallar høvuðskokkurin á brúðgómin og sigur við hann: 10 «Hvør maður setir fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.» 11 Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar hansara trúðu á hann.

Jesus í Kapernaum

12 Eftir hetta fór hann oman til Kapernaum, hann sjálvur og móðir hansara og brøður hansara og lærusveinar hansara, og tey vóru har ikki mangar dagar.

Jesus ruddar halgidómin

13 Og páskir hjá Jødum vóru nær, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. 14 Og hann hitti teir sitandi í halgidóminum, sum seldu neyt og seyð og dúgvur, og peningavekslararnar. 15 Og hann gjørdi sær ein koyril av reipum og rak teir allar út úr halgidóminum, bæði seyðin og neytini, og hann spjaddi smápengarnar hjá vekslarunum útum og koyrdi borð teirra um koll. 16 Og við dúgvuseljararnar segði hann: «Takið hetta burtur hiðani; gerið ikki hús faðirs míns til krambúð!» 17 Lærusveinum hansara rann í huga, at skrivað stendur: «Vandni um hús títt skal eta meg upp.» 18 Tá tóku Jødarnir til orða og søgdu við hann: «Hvat tekin sýnir tú okkum, eftir sum tú gert hetta?» 19 Jesus svaraði og segði við teir: «Brótið niður hetta templið, og eftir trimum døgum skal eg reisa tað.» 20 Tá søgdu Jødarnir: «Í seks og fjøruti ár hevur hetta templið staðið í gerð, og tú vilt reisa tað eftir trimum døgum!» 21 Men hann talaði um tempul likams síns. 22 Tá ið hann tí var upprisin frá deyðum, mintust lærusveinar hansara til, at hann hevði sagt hetta; og teir trúðu skriftini og tí orði, sum Jesus hevði sagt. 23 Men tá ið hann var í Jerúsalem á páskum, um hátíðina, trúðu mangir á navn hansara, tá ið teir sóu tekin hansara, sum hann gjørdi. 24 Men Jesus sjálvur leit seg ikki til teirra, við tað at hann kendi allar, 25 og honum ikki tørvaði, at nakar vitnaði um menniskjuna; tí at hann visti sjálvur, hvat ið var í menniskjuni.

Evangeliið eftir Jóhannes 3

Nikodemus

1 Men har var maður av Farisearunum, at navni nevndur Nikodemus, ein ráðharri hjá Jødum. 2 Hesin kom til hansara á nátt og segði við hann: «Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Guði; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Guð er við honum.» 3 Jesus svaraði og segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.» 4 Nikodemus sigur við hann: «Hvussu kann nakar verða føddur, tá ið hann er vorðin gamal? Man hann aðra ferð kunna koma inn í lívið á móður síni og verða føddur?» 5 Jesus svaraði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann koma inn í Guðs ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda. 6 Tað, sum er føtt av holdinum, er hold, og tað, sum er føtt av andanum, er andi. 7 Undrast ikki um, at eg segði við teg: Tit mega verða fødd av nýggjum. 8 Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum.» 9 Nikodemus svaraði og segði við hann: «Hvussu kann hetta bera til?» 10 Jesus svaraði og segði við hann: «Tú ert lærari í Ísrael, og veitst ikki hetta! 11 Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Vit tala tað, sum vit vita, og vitna um tað, sum vit hava sæð; og vitnisburði okkara taka tit ikki ímót. 12 Tá ið eg sigi tykkum hinar jarðisku lutirnar, og tit trúgva ikki, hvussu skulu tit tá trúgva, tá ið eg sigi tykkum hinar himmalsku? 13 Og eingin er farin upp til himmalin, uttan tann, sum fór niður av himlinum, menniskjusonurin, sum er í himlinum. 14 Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður, 15 til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. 16 Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. 17 Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. 18 Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar. 19 Men hesin er dómurin, at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir. 20 Tí at ein og hvør, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir. 21 Men tann, sum ger sannleikan, kemur til ljósið, til tess at gerningar hansara mega verða opinberir, tí at teir eru gjørdir í Guði.»

Síðsti vitnisburður doyparans

22 Eftir hetta kom Jesus og lærusveinar hansara til Júdeulands, og har dvaldist hann við teimum og doypti. 23 Men Jóhannes doypti eisini í Ænon, nær við Salem, tí at har var nógv vatn. Og tey komu hagar og lótu seg doypa. 24 Tí at enn var Jóhannes ikki kastaður í fongsil. 25 Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jøda um reinsan. 26 Og teir komu til Jóhannesar og søgdu við hann: «Rabbi, tann sum var hjá tær hinumegin Jórdan, hann sum tú vitnaði um, sí, hann doypir, og allir koma til hansara.» 27 Jóhannes svaraði og segði: «Maður kann als einki taka, uttan tað verður honum givið av himlinum. 28 Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: Eg eri ikki Kristus, men: Eg eri sendur undan honum. 29 Tann, sum hevur brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og lýðir á hann, gleðist inniliga um rødd brúðgómsins. Henda gleðin mín er nú vorðin fullkomin. 30 Hann eigur at vaksa, men eg at minka. 31 Tann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; tann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; tann, sum kemur av himni, er yvir øllum; 32 og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur ímót vitnisburði hansara. 33 Tann, sum hevur tikið ímót vitnisburði hansara, hevur staðfest, at Guð er sannorðaður. 34 Tí at tann, sum Guð sendi út, talar Guðs orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli. 35 Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur. 36 Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.»

Evangeliið eftir Jóhannes 4

Sámáriukonan

1 Tá ið Harrin fekk at vita, at Fariseararnir høvdu hoyrt, at Jesus fekk fleiri lærusveinar og doypti fleiri enn Jóhannes, 2 – tó at Jesus ikki sjálvur doypti, men lærusveinar hansara – 3 tá fór hann úr Júdeu og fór avstað aftur til Galileu. 4 Men hann mátti leggja ferð sína gjøgnum Sámáriu. 5 Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu, sum eitur Sikar, nær við tað lendið, sum Jákup gav Jósefi, syni sínum. 6 Men har var Jákups brunnur. Tá ið Jesus nú var móður av ferðini, settist hann niður har við brunnin; tað var um sætta tíma. 7 Ein kona úr Sámáriu kemur tá at draga upp vatn. Jesus sigur við hana: «Gev mær at drekka!» 8 Tí at lærusveinar hansara vóru farnir avstað inn í bygdina at keypa mat. 9 Sámáriukonan sigur tá við hann: «Hvussu kanst tú, sum ert Jødi, biðja meg, sum eri ein Sámáriukona, um drekka?» – Tí at Jødar hava eingi viðurskifti saman við Sámáriumenn –. 10 Jesus svaraði og segði við hana: «Um tú kendi Guðs gávu, og hvør tann er, sum sigur við teg: Gev mær at drekka, tá mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.» 11 Konan sigur við hann: «Harri, tú hevur einki kerald at draga upp við, og brunnurin er djúpur, hvaðan hevur tú tá hitt livandi vatnið? 12 Manst tú vera størri enn faðir okkara, Jákup, sum hevur givið okkum brunnin, og sjálvur drakk úr honum og synir hansara og fæ hansara?» 13 Jesus svaraði og segði við hana: «Ein og hvør, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur; 14 men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.» 15 Konan sigur við hann: «Harri, gev mær hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma higar at draga upp.» 16 Hann sigur við hana: «Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!» 17 Konan svaraði og segði við hann: «Eg havi ongan mann.» Jesus sigur við hana: «Rætt segði tú: eg havi ongan mann; 18 tí at tú hevur havt fimm menn, og tann, sum tú nú hevur, er ikki maður tín. Hetta hevur tú sagt satt.» 19 Konan sigur við hann: «Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur. 20 Fedrar okkara tilbóðu á hesum fjallinum, og tit siga, at í Jerúsalem er staðurin, har sum tað eigur at verða tilbiðið.» 21 Jesus sigur við hana: «Trúgv tú mær, kvinna, tann stund kemur, tá ið tit hvørki á hesum fjallinum ella í Jerúsalem skulu tilbiðja faðirin. 22 Tit tilbiðja tað, sum tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, sum vit kenna, tí at frelsan kemur frá Jødunum. 23 Men tann stund kemur, ja, hon er longu nú komin, tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í anda og sannleika; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin søkir. 24 Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.» 25 Konan sigur við hann: «Eg veit, at Messias kemur (tað merkir: Kristus); tá ið hann kemur, skal hann kunngera okkum alt.» 26 Jesus sigur við hana: «Tað eri eg, tann sum talar við teg.» 27 Og í tí sama komu lærusveinar hansara, og teir undraðust á, at hann talaði við eina konu. Tó segði eingin: «Hvørjum spyrt tú eftir?» ella: «Hví talar tú við hana?» 28 Tá læt konan vatnskerald sítt standa eftir og fór avstað inn í bygdina og sigur við fólkini: 29 «Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt: man hann ikki vera Kristus?» 30 Tey fóru út úr bygdini og komu til hansara. 31 Tess ámillum bóðu lærusveinarnir hann og søgdu: «Rabbi, fá tær at eta.» 32 Men hann segði við teir: «Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.» 33 Lærusveinarnir søgdu tá hvør við annan: «Man nakar hava borið honum at eta?» 34 Jesus sigur við teir: «Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullføra gerning hansara. 35 Siga tit ikki: «Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?» Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar. 36 Tann, sum sker, fær løn, og savnar ávøkst til ævigt lív, til tess at bæði tann, sum sáar, og tann, sum sker, skulu gleðast í felagi. 37 Tí at í hesum føri er tað orðtakið satt: «Ein sáar, annar sker.» 38 Eg havi sent tykkum út at skera tað, sum tit ikki hava arbeitt við; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.» 39 Men úr teirri bygdini trúðu mangir av Sámáriubúgvum á hann fyri orð konunnar, tá ið hon vitnaði: «Hann hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt.» 40 Tá ið nú Sámáriubúgvarnir komu til hansara, bóðu teir hann um at dvølja hjá teimum, og hann dvaldi har tveir dagar. 41 Og nógv fleiri trúðu fyri orð hansara. 42 Og við konuna søgdu teir: «Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.»

Sonur kongsmansins

43 Men eftir hesar tveir dagarnar fór hann burtur haðani til Galileu. 44 Tí at Jesus vitnaði sjálvur, at profetur ikki verður virdur í sínum egna fosturlandi. 45 Tá ið hann nú kom til Galileu, tóku Galileumenn móti honum, við tað at teir høvdu sæð alt tað, sum hann hevði gjørt í Jerúsalem um hátíðina; tí at teir vóru eisini komnir til hátíðina. 46 Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjørt vatnið til vín. Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá. 47 Tá ið hann hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu, fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan; tí at hann lá at doyggja. 48 Jesus segði tá við hann: «Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.» 49 Kongsmaðurin sigur við hann: «Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!» 50 Jesus sigur við hann: «Far tú, sonur tín livir!» Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað. 51 Men longu á heimleiðini møttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini, at barn hansara livdi. 52 Tá spurdi hann teir um tíman, nær tað var farið at lætta hjá honum. Og teir søgdu við hann: «Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum.» 53 Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: «Sonur tín livir.» Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara. 54 Hetta var annað tekinið, sum Jesus gjørdi, tá ið hann var komin frá Júdeu til Galileu.

Evangeliið eftir Jóhannes 5

Betesda

1 Eftir hetta var hátíð hjá Jødum, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. 2 Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir. 3 Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring; 4 tí at við hvørt fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, fekk heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av). 5 Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár. 6 Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð, sigur hann við hann: «Vilt tú verða frískur?» 7 Sjúklingurin svaraði honum: «Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær.» 8 Jesus sigur við hann: «Reis teg upp, tak song tína og gakk!» 9 Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. Men tað var hvíludagur tann dagin. 10 Tí søgdu Jødarnir við hin mannin, sum heilsubótina hevði fingið: «Tað er hvíludagur, og tú hevur ikki loyvi at bera songina.» 11 Men hann svaraði teimum: «Tann, sum gjørdi meg frískan, hann segði við meg: «Tak song tína og gakk!» » 12 Teir spurdu hann: «Hvør er tann maður, sum segði við teg: «Tak song tína og gakk!» » 13 Men tann, sum hevði fingið heilsubótina, visti ikki, hvør tað var, tí at Jesus hevði havt seg undan, av tí at har var nógv fólk á staðinum. 14 Eftir hetta hittir Jesus hann í halgidóminum og segði við hann: «Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg.» 15 Maðurin fór avstað og segði Jødunum frá, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan. 16 Og nú vóru Jødarnir eftir Jesusi fyri tað, at hann gjørdi hetta ein hvíludag. 17 Men Jesus svaraði teimum: «Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini.» 18 Av teirri orsøk vóru Jødarnir enn meira hugaðir at fáa hann tiknan av døgum, tí at hann ikki bert breyt hvíludagshalguna, men eisini kallaði Guð faðir sín og gjørdi seg sjálvan Guði líkan.

Jesus, Guðs sonur, gevur ævigt lív og er dómari heimsins

19 Tá tók Jesus til orða og segði við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Sonurin kann als einki gera av sær sjálvum, annað enn tað, sum hann sær faðirin gera; tí at tað, sum hann ger, tað ger eisini sonurin somuleiðis. 20 Tí at faðirin elskar sonin og sýnir honum alt tað, hann sjálvur ger, og hann skal sýna honum størri gerningar enn hesar, til tess at tit skulu undrast. 21 Tí at eins og faðirin vekur upp deyð og ger tey livandi, soleiðis ger eisini sonurin tey livandi, sum hann vil. 22 Tí at heldur ikki dømir faðirin nakran, men hann hevur givið syninum allan dómin, 23 til tess at allir skulu æra sonin, líkasum teir æra faðirin. Tann, sum ikki ærir sonin, ærir ikki faðirin, sum sendi hann. 24 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið. 25 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann stund kemur, ja, hon er longu komin, tá ið hini deyðu skulu hoyra rødd Guðs sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva. 26 Tí at eins og faðirin hevur lív í sjálvum sær, soleiðis hevur hann eisini givið syninum at hava lív í sjálvum sær. 27 Og hann hevur givið honum vald at halda dóm, av tí at hann er menniskjusonur. 28 Undrist ikki um hetta, tí at tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara, 29 og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar. 30 Eg kann als einki gera av mær sjálvum; eins og eg hoyri, soleiðis dømi eg, og dómur mín er rættvísur, tí at eg søki ikki vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg.

Jesus vísir á vitnisburð doyparans, Guðs og skriftarinnar

31 Um eg vitni um meg sjálvan, tá er vitnisburður mín ikki sannur. 32 Annar er, sum vitnar um meg, og eg veit, at tann vitnisburður er sannur, sum hann vitnar um meg. 33 Tit hava sent boð til Jóhannesar, og hann bar sannleikanum vitnisburð. 34 Men eg taki ikki móti vitnisburði av menniskju; men hetta sigi eg, fyri at tit mega verða frelstir. 35 Hann var hin brennandi og skínandi lampan, og tit vildu fegnir gleðast um stund í ljósi hansara. 36 Men eg havi tann vitnisburð, sum er størri enn Jóhannesar; tí at teir gerningar, sum faðirin hevur givið mær at fullføra, sjálvir teir gerningar, sum eg geri, vitna um meg, at faðirin hevur sent meg. 37 Og faðirin, sum sendi meg, hann hevur vitnað um meg. Hvørki hava tit á nøkrum sinni hoyrt rødd hansara ella sæð ásjón hansara. 38 Og orð hansara hava tit ikki verðandi í tykkum; tí at tí, sum hann sendi, honum trúgva tit ikki. 39 Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg; 40 og kortini vilja tit ikki koma til mín, til tess at tit mega hava lív. 41 Eg taki ikki ímóti heiðuri av monnum; 42 men eg kenni tykkum, at tit hava ikki Guðs kærleika í tykkum. 43 Eg eri komin í navni faðirs míns, og tit taka ikki ímóti mær; kemur onkur annar í sínum egna navni, honum vilja tit taka ímót. 44 Hvussu kunnu tit trúgva, tit sum taka ímót heiðuri hvør av øðrum, og søkja ikki tann heiður, sum kemur frá hinum einasta Guði! 45 Hugsið ikki, at eg skal klaga tykkum fyri faðirinum; tann er, sum klagar tykkum, Móses, sum tit hava sett vón tykkara til. 46 Tí at trúðu tit Mósesi, tá trúðu tit mær; tí at hann hevur skrivað um meg. 47 Men trúgva tit ikki skriftum hansara, hvussu skulu tit tá trúgva orðum mínum!»

Evangeliið eftir Jóhannes 6

Jesus gevur 5000 mat

1 Eftir hetta fór Jesus avstað til økið hinumegin Galileuvatnið ella Tiberiasvatnið. 2 Og stór mannamúgva fylgdi honum, tí at tey sóu tey tekin, sum hann gjørdi á hinum sjúku. 3 Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har saman við lærusveinum sínum. 4 Men páskir, hátíðin hjá Jødum, vóru í nánd. 5 Tá ið Jesus nú lyfti upp eygum sínum og sá, at stór mannamúgva kom til hansara, sigur hann við Filippus: «Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?» 6 Men hetta segði hann fyri at royna hann; tí at sjálvur visti hann, hvat hann ætlaði sær at gera. 7 Filippus svaraði honum: «Breyð fyri tvey hundrað denarar røkkur ikki til hjá teimum, so at hvør teirra kann fáa eitt lítið sindur.» 8 Ein av lærusveinum hansara, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann: 9 «Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?» 10 Jesus segði: «Latið fólkið setast niður!» Men har var nógv gras á staðinum. Tá settust kallmenninir niður, okkurt um fimm túsund í tali. 11 Jesus tók tá breyðini, og tá ið hann hevði takkað, býtti hann tey til teirra, sum setstir vóru niður, somuleiðis eisini av fiskunum so mikið, sum teir vildu hava. 12 Men tá ið teir vóru mettir, sigur hann við lærusveinar sínar: «Hentið saman breyðmolarnar, sum leypa av, so at einki fer til spillis!» 13 Teir hentaðu teir so saman og fyltu upp í tólv tægur av molum, sum vóru til avlops av teimum fimm byggbreyðunum hjá teimum, sum høvdu etið. 14 Tá ið nú fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjørt, søgdu tey: «Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.» 15 Tá ið Jesus tí skildi at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi.

Jesus gongur eftir vatninum

16 Men tá ið komið var at kvøldi, fóru lærusveinar hansara oman at vatninum, 17 og teir fóru í ein bát og ætlaðu at fara yvir um vatnið til Kapernaum. Og tað var longu vorðið myrkt, og Jesus var enn ikki komin til teirra. 18 Og tað vóru stórar aldur á vatninum, við tað at vindurin var nógvur. 19 Tá ið teir nú høvdu róð okkurt um fimm og tjúgu ella tríati stádiur, síggja teir Jesus koma gangandi eftir vatninum og nærkast bátinum, og teir ræddust. 20 Men hann sigur við teir: «Tað eri eg, ræðist ikki!» 21 Teir vildu nú taka hann inn í bátin, og straks var báturin komin at landinum, sum teir hildu ímót.

Jesus talar um lívsins breyð

22 Dagin eftir sá mannamúgvan, sum stóð hinumegin vatnið, at har ikki hevði verið meira enn ein bátur og at Jesus ikki var farin inn í bátin saman við lærusveinum sínum, men at lærusveinar hansara vóru farnir avstað einsamallir; 23 – men har vóru komnir bátar frá Tiberias nær til tann staðin, har sum teir ótu breyðið, aftan á at Harrin hevði gjørt takkargerð. 24 Tá ið tí mannamúgvan sá, at Jesus ikki var har, ikki heldur lærusveinar hansara, fóru tey í bátarnar og komu til Kapernaum fyri at leita eftir Jesusi. 25 Og tá ið tey funnu hann hinumegin vatnið, søgdu tey við hann: «Rabbi, nær komst tú higar?» 26 Jesus svaraði teimum og segði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit leita eftir mær, ikki tí at tit sóu tekin, men tí at tit ótu av breyðunum og vórðu mett. 27 Arbeiðið ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum; tí at hann hevur faðirin, Guð sjálvur, innsiglað.» 28 Teir søgdu tí við hann: «Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna Guðs gerningar?» 29 Jesus svaraði og segði við teir: «Hetta er Guðs gerningur, at tit skulu trúgva á hann, sum hann sendi.» 30 Teir søgdu tá við hann: «Hvat tekin gert tú tá, til tess at vit mega síggja og trúgva tær? Hvat arbeiði gert tú? 31 Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini, soleiðis sum skrivað er: Breyð av himni gav hann teimum at eta.» 32 Tá segði Jesus við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki Móses gav tykkum breyðið av himni; men faðir mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av himni. 33 Tí at Guðs breyð er tað, sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív.» 34 Tá søgdu teir við hann: «Harri, gev okkum altíð hetta breyðið!» 35 Jesus segði við teir: «Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta. 36 Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki. 37 Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. 38 Tí at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg. 39 Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av øllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi. 40 Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.» 41 Tá ilskaðust Jødarnir á hann, tí at hann segði: «Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.» 42 Og teir søgdu: «Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann tá siga: «Eg eri komin niður av himni?» » 43 Jesus svaraði og segði við teir: «Ilskist ikki tykkara millum! 44 Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. 45 Skrivað er hjá profetunum: «Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.» Ein og hvør, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín. 46 Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin. 47 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív. 48 Eg eri lívsins breyð. 49 Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu. 50 Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja. 51 Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.» 52 Tá trættu Jødarnir sín ámillum og søgdu: «Hvussu kann hann geva okkum hold sítt at eta?» 53 Jesus segði tá við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, tá hava tit ikki lív í tykkum. 54 Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. 55 Tí at hold mítt er sannur matur, og blóð mítt er sannur drykkur. 56 Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hann verður verandi í mær og eg í honum. 57 Eins og hin livandi faðirin sendi meg, og eg livi vegna faðirsins, soleiðis skal tann, sum etur meg, liva vegna mín. 58 Hetta er breyðið, sum er komið niður av himni; tað er ikki sum hjá fedrunum, sum ótu og doyðu; tann, sum etur hetta breyðið, skal liva allar ævir.» 59 Hetta segði hann, meðan hann lærdi í einum samkomuhúsi í Kapernaum.

Úrslit av taluni; játtan Pæturs

60 Mangir av lærusveinum hansara søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Hetta er hørð tala, hvør orkar at lýða á hann?» 61 Men Jesus visti við sær sjálvum, at lærusveinar hansara ilskaðust um hetta, og hann segði tí við teir: «Taka tit tykkum meinboga av hesum? 62 Hvat tá, um tit fáa at síggja menniskjusonin fara upp hagar, sum hann var áður? 63 Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki. Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív. 64 Men tað eru summir av tykkum, sum ikki trúgva.» Tí at Jesus visti frá fyrstu stund, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør tann var, sum skuldi svíkja hann. 65 Og hann segði: «Tess vegna havi eg sagt tykkum, at eingin kann koma til mín, uttan at tað er honum givið av faðirinum.» 66 Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum. 67 Jesus segði tá við teir tólv: «Vilja tit eisini fara burtur?» 68 Símun Pætur svaraði honum: «Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs; 69 og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guðs.» 70 Jesus svaraði teimum: «Havi eg ikki útvalt mær tykkum tólv? Og ein tykkara er ein djevul.» 71 Men hetta meinti hann við Judas, son Símunar Iskarjot; tí at tað var hann, sum síðan skuldi svíkja hann, ein av teimum tólv.

Evangeliið eftir Jóhannes 7

Jesus í Jerúsalem á leyvsalahátíðini

1 Og eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galileu; tí at hann vildi ikki ferðast um í Júdeu, við tað at Jødarnir lógu eftir honum og vildu drepa hann. 2 Men tann hátíðin hjá Jødum, sum kallast leyvsalahátíðin, var í nánd. 3 Tá søgdu brøður hansara við hann: «Flyt burtur hiðani og far til Júdeu, til tess at eisini lærusveinar tínir kunnu fáa at síggja gerningar tínar, sum tú gert. 4 Tí at eingin, sum vil verða alkendur, ger nakað í loyndum. Tá ið tú gert hetta, so sýn teg sjálvan fyri heiminum!» 5 Tí at brøður hansara trúðu ikki heldur á hann. 6 Tá sigur Jesus við teir: «Tíð mín er ikki komin enn; men hjá tykkum er tíðin altíð lagalig. 7 Ikki kann heimurin hata tykkum; men meg hatar hann, tí at eg vitni um hann, at gerningar hansara eru óndir. 8 Farið tit niðan til hátíðina, eg fari ikki niðan til hesa hátíðina; tí at tíð mín er enn ikki fullkomin.» 9 Hetta segði hann við teir og varð verandi í Galileu. 10 Men tá ið brøður hansara vóru farnir niðan til hátíðina, tá fór hann eisini sjálvur niðan, ikki opinlýst, men loyniliga.

Ymiskar hugsanir um hann

11 Jødarnir leitaðu tí eftir honum á hátíðini og søgdu: «Hvar er hann?» 12 Og har var nógv tos um hann millum manna; summir søgdu: «Hann er ein góður maður;» men aðrir søgdu: «Nei, heldur villleiðir hann fólkið.» 13 Tó talaði eingin beint fram um hann av ótta fyri Jødunum.

Jesus vitnar um sjálvan seg

14 Men tá ið hátíðin var hálvliðin, gekk Jesus niðan í halgidómin og lærdi. 15 Jødarnir undraðust nú og søgdu: «Hvaðan hevur hann lærdóm sín, tá ið hann er ólærdur?» 16 Tá svaraði Jesus teimum og segði: «Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg. 17 Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvørt hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum. 18 Tann, sum talar av sær sjálvum, søkir sína egnu æru; men tann, sum søkir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum. 19 Hevur ikki Móses givið tykkum lógina? Og eingin tykkara heldur lógina. Hví royna tit at taka meg av døgum?» 20 Mannamúgvan svaraði: «Tú hevur ein illan anda. Hvør roynir at taka teg av døgum?» 21 Jesus svaraði og segði við teir: «Ein gerning gjørdi eg, og tit undrast allir á hann. 22 Móses hevur givið tykkum umskeringina – ja, hon er nú ikki frá Mósesi, men frá fedrunum – og tit umskera mann um hvíludagin. 23 Fær nú maður umskering ein hvíludag, fyri at Móselóg ikki skal verða brotin, eru tit tá vreiðir við meg fyri tað, at eg gjørdi allan mannin frískan ein hvíludag? 24 Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!»

Summi vraka hann, summi trúgva á hann

25 Tá søgdu nakrir av monnunum í Jerúsalem: «Er hetta ikki tann maðurin, sum teir liggja eftir at drepa? 26 Og sí, hann talar opinberliga, og teir siga einki við hann. Munnu høvuðsmenninir av sonnum hava skilt, at hann er Kristus? 27 Nei, um henda vita vit, hvaðan hann er; men tá ið Kristus kemur, veit eingin, hvaðan hann er.» 28 Tá rópaði Jesus, meðan hann lærdi í halgidóminum, og segði: «Ja, meg kenna tit og vita, hvaðan eg eri; og tó eri eg ikki komin av mær sjálvum, men tann er sannur, sum sendi meg, og hann kenna tit ikki. 29 Eg kenni hann, tí at eg komi frá honum, og hann hevur sent meg.» 30 Teir ætlaðu tá at taka hann á hondum; men eingin legði hond á hann, tí at enn var tími hansara ikki komin. 31 Men mangir úr mannamúgvuni trúðu á hann, og teir søgdu: «Tá ið Kristus kemur, man hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjørt?»

Jesus talar um burturferð sína til faðirsins og komu andans

32 Fariseararnir hoyrdu, at fólkið mølmaði hetta um hann; og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu sveinar út at taka hann. 33 Tá segði Jesus: «Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg. 34 Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og har sum eg eri, kunnu tit ikki koma.» 35 Tá søgdu Jødarnir sín ámillum: «Hvar man hann ætla sær at fara, tá ið vit ikki skulu finna hann? Man hann ætla sær at fara til teirra, sum eru spjaddir millum Grikka og læra Grikkar? 36 Hvat meinti hann við hesum orðinum, sum hann segði: Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og: har sum eg eri, kunnu tit ikki koma?» 37 Men síðsta dagin, tann størsta á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: «Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki! 38 Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.» 39 Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur.

Áhoyrararnir ósamdir

40 Nakrir úr mannamúgvuni, sum hoyrdu hesi orð, søgdu nú: «Sanniliga er hesin profeturin.» 41 Aðrir søgdu: «Hesin er Kristus.» Men summir søgdu: «Man tá Kristus koma úr Galileu? 42 Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus skal koma av Dávids ætt og frá Betlehem, bygdini, har sum Dávid átti heima?» 43 Nú var ósemja millum manna um hann, 44 og summir av teimum høvdu hug at taka hann, men eingin legði hond á hann.

Sveinar høvuðsprestsins vilja ikki taka Jesus, Nikodemus verjir Jesus

45 Sveinarnir komu tá aftur til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: «Hví tóku tit hann ikki við tykkum?» 46 Sveinarnir svaraðu: «Aldri hevur nakar maður talað soleiðis.» 47 Fariseararnir svaraðu teimum tá: «Eru tit við vilstir burtur av leið? 48 Man nakar av ráðsharrunum hava trúð á hann ella av Farisearunum? 49 Men henda múgvan, sum ikki kennir lógina, hon er devulsett.» 50 Nikodemus – hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra – sigur við teir: 51 «Dømir lóg okkara nakran mann, uttan at hann fyrst er forhoyrdur, og fingið er at vita, hvat hann ger?» 52 Teir svaraðu og søgdu við hann: «Ert tú eisini úr Galileu? Granska eftir, so fært tú at síggja, at aldri kemur profetur úr Galileu!» 53 Og teir fóru heim, hvør til sín.

Evangeliið eftir Jóhannes 8

Konan, tikin í hordómi

1 Men Jesus fór til Oljufjallið. 2 Men tíðliga á morgni kom hann aftur í halgidómin, og alt fólkið kom til hansara, og hann settist niður og lærdi tey. 3 Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir komu við eini konu, sum var tikin í hordómi, og teir stilla hana mitt framman fyri hann, 4 og siga við hann: «Meistari, henda konan er beinleiðis tikin í tí at dríva hor. 5 Í lógini hevur nú Móses boðið okkum, at slíkar konur skulu verða steinaðar; hvat sigur nú tú?» 6 Men hetta søgdu teir fyri at freista hann, so at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri. Men Jesus lútaði seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina. 7 Men tá ið teir hildu á at spyrja hann, rætti hann seg upp og segði við teir: «Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!» 8 Og hann lútaði seg aftur niður og skrivaði á jørðina. 9 Men tá ið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað hvør eftir annan, hinir elstu fyrstir, og Jesus var einsamallur eftir og konan framman fyri honum. 10 Og Jesus rætti seg upp og segði við hana: «Kona, hvar eru teir? Dómfeldi eingin teg?» 11 Men hon svaraði: «Eingin, harri.» Men Jesus segði: «Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur!»

Jesus talar til vantrúnar Jødar um seg sjálvan sum heimsins ljós

12 Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: «Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.» 13 Tá søgdu Fariseararnir við hann: «Tú vitnar um teg sjálvan; vitnisburður tín er ikki sannur.» 14 Jesus svaraði og segði við teir: «Um eg so vitni um meg sjálvan, er vitnisburður mín sannur, tí at eg veit, hvaðan eg eri komin og hvar eg fari. Men tit vita ikki, hvaðan eg komi ella hvar eg fari. 15 Tit døma eftir holdinum, eg dømi ongan; 16 og um eg so dømi, er dómur mín sannur, tí at eg eri ikki einsamallur, men eg og faðirin, sum sendi meg. 17 Og í lóg tykkara stendur skrivað, at vitnisburður tveggja manna er sannur. 18 Eg eri tann, sum vitni um meg sjálvan, og faðirin, sum sendi meg, vitnar um meg.» 19 Teir søgdu tá við hann: «Hvar er faðir tín?» Jesus svaraði: «Hvørki kenna tit meg ella faðir mín. Kendu tit meg, so kendu tit eisini faðir mín.» 20 Hesi orð talaði hann hjá tempulkistuni, meðan hann lærdi í halgidóminum; og eingin legði hond á hann, tí at tími hansara var enn ikki komin. 21 Hann segði nú aftur við teir: «Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara. Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma.» 22 Jødarnir søgdu tá: «Man hann ætla at forkoma sær, við tað at hann sigur: Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma?» 23 Og hann segði við teir: «Tit eru niðan úr neðra, eg eri oman úr erva; tit eru úr hesum heimi, eg eri ikki úr hesum heimi. 24 Tí segði eg við tykkum, at tit skulu doyggja í syndum tykkara; tí at, um tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara.» 25 Teir søgdu tá við hann: «Hvør ert tú?» Jesus segði við teir: «Beint tað, sum eg frá fyrsta sinni havi sagt tykkum. 26 Eg havi mangt at tala og døma um tykkum; men hann, sum sendi meg, er sannorðaður, og tað, sum eg havi hoyrt av honum, tali eg til heimin.» 27 Teir skildu ikki, at hann talaði um faðirin við teir. 28 Jesus segði tí: «Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað. 29 Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum líkar.»

Jesus talar um frælsi av sonnum og syndatrældóm Jødanna

30 Tá ið hann talaði hetta, trúðu mangir á hann. 31 Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: «Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, 32 og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.» 33 Teir svaraðu honum: «Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nøkrum. Hvussu kanst tú tá siga: Tit skulu verða frælsir?» 34 Jesus svaraði teimum: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvør tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini. 35 Men trælurin verður ikki verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verður verandi har um aldur og ævir. 36 Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir. 37 Eg veit, at tit eru eftirkomarar Ábrahams, men tit royna at fáa dripið meg, av tí at orð mítt ikki fær rúm hjá tykkum. 38 Eg tali tað, sum eg havi sæð hjá faðir mínum, og soleiðis gera tit eisini tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.» 39 Teir svaraðu og søgdu við hann: «Faðir okkara er Ábraham.» Jesus sigur við teir: «Vóru tit børn Ábrahams, tá gjørdu tit gerningar Ábrahams. 40 Men nú royna tit at fáa dripið meg, ein mann, sum til tykkara hevur talað sannleikan, sum eg hoyrdi frá Guði. Hetta gjørdi Ábraham ikki. 41 Tit gera gerningar faðirs tykkara.» Teir søgdu við hann: «Vit eru ikki gitnir í hori; vit hava ein faðir, Guð.» 42 Jesus segði við teir: «Var Guð faðir tykkara, tá elskaðu tit meg; tí at frá Guði eri eg gingin út og komin; tí at heldur ikki eri eg komin av mær sjálvum, men hann hevur sent meg. 43 Hví skilja tit ikki talu mína? Tí at tit tola ikki at hoyra orð mítt. 44 Tit hava djevulin til faðirs, og tað, sum faðir tykkara lystir, vilja tit gera. Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini. 45 Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki. 46 Hvør tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd? Tali eg sannleikan, hví trúgva tit mær ikki? 47 Tann, sum er av Guði, hoyrir Guðs orð; tit hoyra ikki, tess vegna at tit eru ikki av Guði.» 48 Jødarnir svaraðu og søgdu við hann: «Er tað ikki rætt, sum vit siga, at tú ert ein Sámáriubúgvi og at illur andi er í tær?» 49 Jesus svaraði: «Ikki er nakar illur andi í mær, men eg æri faðir mín, og tit vanæra meg. 50 Men eg søki ikki æru mína; tann er, sum søkir hana og dømir. – 51 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og allar ævir ikki síggja deyðan.» 52 Tá søgdu Jødarnir við hann: «Nú vita vit, at illur andi er í tær. Ábraham doyði og profetarnir, og tú sigur: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og ævir ikki smakka deyðan. 53 Manst tú vera størri enn faðir okkara, Ábraham, sum doyði? Og eisini profetarnir doyðu. Hvønn gert tú teg sjálvan til?» 54 Jesus svaraði: «Um eg æri meg sjálvan, tá er æra mín einki; tað er faðir mín, sum ærir meg, hann sum tit siga um, at hann er Guð tykkara; 55 og tit hava ikki kent hann; men eg kenni hann; segði eg, at eg ikki kenni hann, tá hevði eg verið lygnari eins og tit. Men eg kenni hann og varðveiti orð hansara. 56 Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja mín dag, og hann sá hann og var fegin.» 57 Tá søgdu Jødarnir við hann: «Tú ert enn ikki fimmti ára gamal, og tú hevur sæð Ábraham!» 58 Jesus segði við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.» 59 Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum. Men Jesus fjaldi seg og fór út úr halgidóminum.

Evangeliið eftir Jóhannes 9

Jesus grøðir mann, ið var føddur blindur

1 Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føðingini. 2 Og lærusveinar hansara spurdu hann og søgdu: «Meistari, hvør hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi føðast blindur?» 3 Jesus svaraði: «Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at Guðs gerningar mega verða opinberaðir á honum. 4 Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá ið eingin kann arbeiða. 5 Meðan eg eri í heiminum, eri eg ljós heimsins.» 6 Tá ið hann hevði sagt hetta, spýtti hann á jørðina og gjørdi runu av spýttinum og smurdi rununa upp á eyguni á honum 7 og segði við hann: «Far og tváa tær í hylinum Siloam (tað merkir: sendur). Hann fór tá avstað og tváaði sær og kom aftur síggjandi. 8 Tá søgdu grannarnir og teir, sum høvdu sæð hann áður, tí at hann var ein, sum bað um olmussu: «Er ikki hetta hann, sum er vanur at sita og biðja om olmussu?» 9 Summir søgdu: «Jú, tað er hann.» Summir søgdu: «Nei, men hann líkist honum.» Sjálvur segði hann: «Tað eri eg.» 10 Teir søgdu tá við hann: «Hvussu opnaðust tá eygu tíni?» 11 Hann svaraði: «Tann maðurin, sum kallaður er Jesus, gjørdi runu og smurdi hana upp á eyguni á mær og segði við meg: Far til Siloam og tváa tær. Tá ið eg so fór avstað og tváaði mær, fekk eg sjónina.» 12 Teir søgdu við hann: «Hvar er hann?» Hann sigur: «Eg veit tað ikki.» 13 Teir føra nú tann, sum áður var blindur, til Farisearanna. 14 Men tað var hvíludagur tann dagin, tá ið Jesus gjørdi rununa og opnaði eygu hansara. 15 Nú spurdu eisini Fariseararnir hann aftur, hvussu hann hevði fingið sjónina. Men hann segði við teir: «Hann legði runu upp á eyguni á mær, og eg tváaði mær, og nú síggi eg.» 16 Tá søgdu nakrir av Farisearunum: «Ikki er hesin maðurin frá Guði, við tað at hann ikki heldur hvíludagin.» Aðrir søgdu: «Hvussu kann ein syndigur maður gera slík tekin?» Og tvídráttur var teirra millum. 17 Teir siga tá aftur við hin blinda: «Hvat sigur tú um hann, við tað at hann opnaði eygu tíni?» Men hann segði: «Hann er profetur.» 18 Jødarnir trúðu tá ikki um hann, at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrr enn teir rópaðu foreldur hansara, sum hevði fingið sjónina. 19 Og teir spurdu tey og søgdu: «Er hetta sonur tykkara, sum tit siga um, at hann varð føddur blindur? Hvussu hevur hann tá nú fingið sjónina?» 20 Foreldur hansara svaraðu og søgdu: «Vit vita, at hann er sonur okkara, og at hann føddist blindur; 21 men hvussu hann nú hevur fingið sjónina, vita vit ikki, ella hvør ið hevur opnað eygu hansara, vita vit heldur ikki. Spyrjið hann sjálvan; hann hevur aldurin; hann kann sjálvur svara fyri seg.» 22 Hetta søgdu foreldur hansara, tí at tey óttaðust Jødarnar; tí at nú vóru Jødarnir samráddir um, at um nakar vildi kennast við, at hann var Kristus, skuldi hann verða koyrdur út úr samkomuhúsinum. 23 Tí søgdu foreldur hansara: «Hann hevur aldurin; spyrjið hann sjálvan.» 24 Teir rópaðu tá á øðrum sinni til sín mannin, sum hevði verið blindur, og søgdu við hann: «Gev Guði æruna; vit vita, at hesin maðurin er syndari.» 25 Tá svaraði hann: «Um hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, nú síggi.» 26 Teir søgdu tá við hann: «Hvat gjørdi hann við teg? Hvussu læt hann eygu tíni upp?» 27 Hann svaraði teimum: «Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir tí. Hví vilja tit nú hoyra tað aftur? Ætla tit eisini at verða lærusveinar hansara?» 28 Tá deildu teir hann og søgdu: «Tú ert lærusveinur hansara; men vit eru lærusveinar Mósesar. 29 Vit vita, at Guð hevur talað við Móses, men um henda mannin vita vit ikki, hvaðan hann er.» 30 Maðurin svaraði og segði við teir: «Hetta er tó undarligt, at tit ikki vita, hvaðan hann er, og hann hevur tó latið upp eygu míni. 31 Vit vita, at Guð ikki hoyrir syndarar; men um onkur óttast Guð og ger vilja hansara, tann hoyrir hann. 32 Frá fyrndartíð hevur tað ikki hoyrst, at nakar hevur opnað eyguni á honum, sum var føddur blindur. 33 Var hesin ikki frá Guði, tá kundi hann einki gjørt.» 34 Teir svaraðu og søgdu við hann: «Tú ert føddur í synd allur sum tú ert, og tú vilt læra okkum!» Og teir koyrdu hann út. 35 Jesus fekk at hoyra, at teir høvdu koyrt hann út, og tá ið hann hitti hann, segði hann við hann: «Trýrt tú á menniskjusonin?» 36 Hann svaraði og segði: «Og hvør er hann, Harri, at eg kann trúgva á hann?» 37 Jesus segði við hann: «Bæði hevur tú sæð hann, og tað er hann, sum talar við teg.» 38 Men hann segði: «Eg trúgvi, Harri,» og hann fell á knæ niður fyri honum. 39 Og Jesus segði: «Til dóms eri eg komin í henda heimin, til tess at tey, sum ikki síggja, skulu síggja, og tey, sum síggja, skulu verða blind.» 40 Hetta hoyrdu teir av Farisearunum, sum vóru hjá honum, og teir søgdu við hann: «Eru vit tá eisini blindir?» 41 Jesus segði við teir: «Vóru tit blindir, tá høvdu tit ikki synd; men nú siga tit: vit síggja – synd tykkara verður verandi.»

Evangeliið eftir Jóhannes 10

Jesus, hin góði hirðin

1 «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki gongur gjøgnum dyrnar inn í seyðabyrgið, men fer uppum aðra staðni, hann er tjóvur og ránsmaður. 2 Men tann, sum gongur inn gjøgnum dyrnar, hann er hirði hjá seyðunum. 3 Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðirnir hoyra reyst hansara, og hann kallar seyðir sínar við navni og fer út við teimum. 4 Tá ið hann hevur latið allar seyðir sínar út, gongur hann undan teimum, og seyðirnir fylgja honum, av tí at teir kenna reyst hansara. 5 Men einum ókunnigum vilja teir ikki fylgja, men vilja heldur flýggja frá honum, av tí at teir ikki kenna reystina á hinum ókunnigu.» 6 Hetta líknilsi segði Jesus teimum; men teir skildu ikki, hvat hann talaði til teirra um. 7 Jesus segði tá aftur við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eg eri dyrnar hjá seyðunum. 8 Allir teir, sum eru komnir undan mær, eru tjóvar og ránsmenn; men seyðirnir hoyrdu teir ikki. 9 Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði. 10 Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð. 11 Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. 12 Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur, 13 av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar. 14 Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, 15 eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar. 16 Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði. 17 Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur. 18 Eingin tekur tað frá mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi vald til at taka tað aftur. Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum.» 19 Tá varð aftur tvídráttur millum Jødanna út av hesum orðum. 20 Og mangir teirra søgdu: «Hann hevur illan anda og er óður! Hví lurta tit eftir honum?» 21 Aðrir søgdu: «Hetta eru ikki orð av manni, sum hevur illan anda. Kann illur andi lata upp eyguni á blindum?»

Jesus sigur seg vera Messias og eitt við faðirinum; men Jødar siga hann at spotta Guð

22 So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem. Tað var vetur. 23 Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons. 24 Tá umringaðu Jødarnir hann og søgdu við hann: «Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!» 25 Jesus svaraði teimum: «Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg; 26 men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. 27 Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, 28 og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. 29 Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. 30 Eg og faðirin eru eitt.» 31 Uppaftur tóku Jødarnir steinar at steina hann. 32 Jesus tók tá til orða og segði við teir: «Mangar góðar gerningar havi eg sýnt tykkum frá faðirinum; fyri hvønn av hesum gerningum steina tit meg?» 33 Jødarnir svaraðu honum: «Fyri góðan gerning steina vit teg ikki, men fyri gudsspottan og fyri tað, at tú, sum ert ein menniskja, gert teg sjálvan til Guð.» 34 Jesus svaraði teimum: «Er ikki skrivað í lóg tykkara: Eg havi sagt: Tit eru gudar! 35 Tá ið nú hann kallar teir gudar, sum Guðs orð kom til, og skriftin kann ikki vikast, 36 siga tit tá við tann, sum faðirin halgaði og sendi í heimin: tú spottar Guð, tí at eg segði: eg eri sonur Guðs! 37 Geri eg ikki gerningar faðirs míns, tá trúgvið mær ikki. 38 Men geri eg teir, tá trúgvið gerningunum, um tit so ikki trúgva mær, til tess at tit mega vita og sanna, at faðirin er í mær og eg í faðirinum.» 39 Tá royndu teir aftur at taka hann; men hann komst undan úr hondum teirra.

Jesus í Pereu

40 Og hann fór aftur yvir um Jórdan, á tann staðin, har sum Jóhannes av fyrstu tíð doypti, og hann varð verandi har. 41 Og mangir komu til hansara, og teir søgdu: «Jóhannes gjørdi víst einki tekin; men alt tað, sum Jóhannes segði um henda var satt.» 42 Og mangir trúðu á hann har.

Evangeliið eftir Jóhannes 11

Jesus vekur upp Lázarus

1 Men ein maður var sjúkur, Lázarus frá Betániu, úr teirri bygdini, sum Maria og Marta, systir hennara, búðu í. 2 Men Maria var tann, sum salvaði Harran við myrrusmyrsli og turkaði føtur hansara við hári sínum, og tað var bróðir hennara, Lázarus, sum var sjúkur. 3 Systrarnar sendu tá boð til hansara og lótu siga við hann: «Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.» 4 Men tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann: «Henda sjúka er ikki til deyða, men fyri dýrdar Guðs skuld, til tess at sonur Guðs skal verða dýrmettur av henni.» 5 Men Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lázarus. 6 Tá ið hann nú hevði hoyrt, at hann var sjúkur, varð hann tó enn verandi tveir dagar á tí staði, har sum hann var. 7 Síðan sigur hann eftir hetta við lærusveinarnar: «Latum okkum fara aftur til Júdeu!» 8 Lærusveinarnir siga við hann: «Rabbi, nýliga ætlaðu Jødarnir at steina teg, og nú fert tú hagar aftur!» 9 Jesus svaraði: «Eru ikki tólv tímar í deginum? Ferðast nakar á degi, snávar hann ikki, tí at hann sær ljósið í hesum heimi; 10 men ferðast nakar á nátt, snávar hann, tí at ljósið er ikki í honum.» 11 Hetta talaði hann, og eftir tað sigur hann við teir: «Lázarus, vinur okkara, er sovnaður; men eg fari nú at vekja hann.» 12 Lærusveinarnir søgdu tá við hann: «Harri, er hann sovnaður, tá verður hann frískur.» 13 Men Jesus hevði talað um deyða hansara; men teir hildu, at hann talaði um svøvnhvíldina. 14 Tí segði Jesus teimum tá beint fram: «Lázarus er deyður! 15 Og fyri tykkara skuld eri eg glaður, at eg ikki var har, fyri at tit skulu trúgva. Men latum okkum fara til hansara!» 16 Tá segði Tummas, sum kallaður er Didymos (tað merkir: tvíburður) við samlærusveinar sínar: «Latum eisini okkum fara, so at vit kunnu doyggja saman við honum!» 17 Tá ið Jesus nú kom, fekk hann at vita, at hann longu hevði ligið fýra dagar í grøvini. 18 Men Betánia var nær við Jerúsalem, okkurt um fimtan stádiur haðani. 19 Men mangir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin. 20 Tá ið Marta nú hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima. 21 Marta segði tá við Jesus: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður. 22 Men eisini nú veit eg, at hvat tú so biður Guð um, tað vil Guð geva tær.» 23 Jesus sigur við hana: «Bróðir tín skal rísa upp.» 24 Marta sigur við hann: «Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.» 25 Jesus segði við hana: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; 26 og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?» 27 Hon sigur við hann: «Ja, Harri, eg havi trúð, at tú ert Kristus, sonur Guðs, hann, sum kemur í heimin.» 28 Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: «Meistarin er her og rópar teg.» 29 Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara. 30 Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði møtt honum. 31 Tá ið nú Jødarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út til grøvina at gráta har. 32 Men tá ið Maria nú kom hagar, sum Jesus var, og sá hann, fell hon honum til fóta og segði við hann: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.» 33 Tá ið nú Jesus sá hana gráta og Jødarnar, sum vóru komnir við henni, gráta, varð hann harmur í huga og gjørdist ógvuliga sinnisrørdur og segði: 34 «Hvar hava tit lagt hann?» Teir siga við hann: «Harri, kom og síggj!» 35 Jesus feldi tár. 36 Tá søgdu Jødarnir: «Sí, hvussu hann elskaði hann!» 37 Men summir teirra søgdu: «Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjørt tað, at eisini hesin ikki var deyður?» 38 Jesus varð tá aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grøvina; men hon var eitt helli, og steinur lá fyri tí. 39 Jesus sigur: «Takið steinin frá!» Marta, systir hins deyða, sigur við hann: «Harri, hann dampar longu; tí at hann hevur ligið har fýra dagar.» 40 Jesus sigur við hana: «Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?» 41 Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: «Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg. 42 Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg.» 43 Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: «Lázarus, kom út higar!» 44 Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við teir: «Loysið hann og latið hann fara!»

Kajfas mælir til at drepa Jesus

45 Mangir av Jødunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, trúðu nú á hann. 46 Men nakrir av teimum fóru til Farisearanna og søgdu teimum, hvat Jesus hevði gjørt. 47 Høvuðsprestarnir og Fariseararnir savnaðu tá ráðið saman og søgdu: «Hvat skulu vit gera, tí at hesin maðurin ger mong tekin? 48 Lata vit hann halda fram á henda hátt, vilja allir trúgva á hann, og Rómverjar munnu koma og taka bæði land okkara og fólk.» 49 Men ein av teimum, Kajfas, sum var høvuðsprestur tað árið, segði við teir: 50 «Tit vita als einki og heldur ikki hugsa tit um, at tað er gagnligari fyri tykkum, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at øll tjóðin fer til grundar.» 51 Men hetta segði hann ikki av sær sjálvum; men tá ið hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið; 52 og ikki bert fyri fólkið, men eisini til tess at savna í ein flokk Guðs sundurspjaddu børn. 53 Eftir tann dag hildu teir tí ráð saman um at drepa hann.

Jesus í Efraim

54 Jesus gekk tí ikki longur opinlýst umkring millum Jødanna, men fór avstað haðan út á landsbygdina nær við oyðimørkina í eina bygd, sum kallast Efraim, og har varð hann verandi saman við lærusveinunum. 55 Men páskir hjá Jødum vóru í nánd, og mangir fóru av landsbygdini niðan til Jerúsalem fyri páskir til at reinsa seg. 56 Teir leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu sín ámillum, har sum teir stóðu í halgidóminum: «Hvat halda tit? Man hann ikki fara at koma til hátíðina?» 57 Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð, at um onkur visti, hvar hann var, skuldi hann siga frá, so at teir kundu taka hann.

Evangeliið eftir Jóhannes 12

Maria salvar Jesus í Betániu

1 Seks dagar fyri páskir kom Jesus til Betániu, har sum Lázarus var, sum Jesus hevði vakt upp frá deyðum. 2 Tey gjørdu nú har eina kvøldmáltíð fyri honum, og Marta gekk fyri borðum, og Lázarus var ein teirra, sum sótu til borðs við honum. 3 Tá tók Maria eitt pund av óblandaðum, sera dýrum nardussmyrsli og salvaði føturnar á Jesusi og turkaði føtur hansara við hári sínum. Og húsið varð fult av anganum av smyrslinum. 4 Sigur tá Judas Iskarjot, ein av lærusveinum hansara, sum seinni skuldi svíkja hann: 5 «Hví var hetta smyrslið ikki selt fyri trý hundrað denarar og givið fátækum?» 6 Men hetta segði hann ikki, tí at hann hevði umsorgan fyri teimum fátæku, men tí at hann var tjóvur; og við tað at hann hevði pungin, tók hann tað, sum varð lagt í hann. 7 Tá segði Jesus: «Lat hana fáa frið! Hon hevur goymt hetta til jarðarferðardag mín; 8 tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum; men meg hava tit ikki altíð.» 9 Nú fekk ein stórur skari av Jødunum at vita, at hann var har, og tey komu, ikki bert fyri Jesu skuld, men eisini fyri at síggja Lázarus, sum hann hevði vakt upp frá deyðum. 10 Men høvuðsprestarnir løgdu upp ráð um at drepa Lázarus við, 11 tí at fyri hansara skuld mangir av Jødunum fóru og trúðu á Jesus.

Jesus ríður inn í Jerúsalem

12 Dagin eftir, tá ið hin stóri skarin, sum komin var til hátíðina, hoyrdi, at Jesus kom til Jerúsalem, 13 tóku tey pálmagreinar og fóru út at møta honum, og tey rópaðu: «Hosianna, vælsignaður veri tann, sum kemur í navni Harrans, Ísraels kongur.» 14 Men Jesus fann ein ungan asna og setti seg á hann, soleiðis sum skrivað er: 15 «Óttast ikki, Sions dóttir, sí, kongur tín kemur, á asnafyli hann situr!» 16 Hetta skildu lærusveinar hansara ikki í fyrstuni; men tá ið Jesus var vorðin dýrmettur, tá mintust teir til, at hetta var skrivað um hann og at teir høvdu gjørt hetta fyri honum. 17 Skarin, sum var við honum, vitnaði nú, at hann hevði kallað Lázarus út úr grøvini og vakt hann upp frá deyðum. 18 Tess vegna fór eisini skarin út ímóti honum, tí at tey høvdu hoyrt, at hann hevði gjørt hetta tekin. 19 Tá søgdu Fariseararnir sín ámillum: «Har síggja tit, at tað kemur einki burturúr hjá tykkum. Sí, allur heimurin eltir hann!»

Jesu orð til Grikka um deyða sín

20 Men millum teirra, sum fóru niðan at halda bøn um hátíðina, vóru nakrir Grikkar. 21 Teir komu nú til Filippusar, hann sum var úr Betsajdu í Galileu, og bóðu hann og søgdu: «Harri, vit vilja fegin fáa at síggja Jesus.» 22 Filippus kemur og sigur tað við Andrias. Andrias og Filippus koma og siga tað við Jesus. 23 Men Jesus svarar teimum og sigur: «Tímin er komin, tá ið menniskjusonurin skal verða dýrmettur. 24 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. 25 Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. 26 Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann. 27 Nú er sál mín full av angist, og hvat skal eg siga? Faðir, bjarga mær frá hesum tíma! Nei, til tess eri eg komin at hesum tíma. 28 Faðir, ger dýrmett navn títt!» Tá kom rødd av himni: «Bæði havi eg gjørt tað dýrmett og skal aftur gera tað dýrmett!» 29 Men skarin, sum stóð har og hoyrdi hetta, segði, at toran hevði gingið. Aðrir søgdu: «Ein eingil talaði til hansara.» 30 Jesus svaraði og segði: «Ikki mín vegna, men heldur tykkara vegna kom henda røddin. 31 Nú gongur dómur yvir henda heimin, nú skal høvdingin í hesum heimi verða kastaður út. 32 Og tá ið eg verði lyftur upp frá jørðini, skal eg draga allar til mín.» 33 Men hetta segði hann fyri at merkja, hvønn deyða hann skuldi doyggja. 34 Mannaskarin svaraði honum tá: «Vit hava hoyrt av lógini, at Kristus skal verða verandi allar ævir, og hvussu kanst tú tá siga, at menniskjusonurin eigur at verða upphevjaður? Hvør er hesin menniskjusonurin?» 35 Tá segði Jesus við teir: «Enn eina stutta stund er ljósið tykkara millum. Gangið, meðan tit hava ljósið, at ikki myrkrið skal koma á tykkum; og tann, sum gongur í myrkrinum, veit ikki, hvar hann fer. 36 Meðan tit hava ljósið, tá trúgvið á ljósið, til tess at tit mega verða børn ljósins!» Hetta talaði Jesus og hann fór avstað og fjaldi seg fyri teimum.

Forherðingin í fólkinum samsvarar við spádóm Jesaja profets

37 Men tó at hann hevði gjørt so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey tó ikki á hann, 38 til tess at orðið hjá Jesaja profeti skuldi ganga út, sum hann hevur sagt: «Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum? Og hvørjum varð armur Harrans opinberur?» 39 Tess vegna kundu tey ikki trúgva, tí at Jesaja hevur á øðrum staði sagt: 40 «Hann hevur blindað eygu teirra og hert hjørtu teirra, til tess at teir ikki síggja við eygunum og ikki skilja við hjartanum og venda við, so eg kann grøða teir.» 41 Hetta segði Jesaja, tá ið hann sá dýrd hansara og talaði um hann. 42 Kortini trúðu tó mangir av ráðharrunum á hann, men fyri Farisearanna skuld vildu teir ikki kennast við tað, fyri at teir ikki skuldu verða útkoyrdir úr samkomuhúsinum; 43 tí at teir elskaðu manna æru meira enn Guðs æru. 44 Men Jesus rópaði og segði: «Tann, sum trýr á meg, hann trýr ikki á meg, men á hann, sum sendi meg; 45 og tann, sum sær meg, hann sær tann, sum sendi meg. 46 Eg eri ljós, komið í heimin, fyri at hvør tann, sum trýr á meg, ikki skal verða verandi í myrkrinum. 47 Og um onkur hoyrir orð míni og ikki gevur teimum gætur, tá dømi eg hann ikki; tí at eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin. 48 Tann, sum vanvirðir meg og ikki tekur við orðum mínum, hevur tann, sum dømir hann: orðið, sum eg havi talað, tað skal døma hann á evsta degi. 49 Tí at eg havi ikki talað av mær sjálvum; men faðirin, sum sendi meg, hevur skipað mær fyri, hvat eg skal siga og hvat eg skal tala. 50 Og eg veit, at fyriskipan hansara er ævigt lív. Tað, sum eg tí tali, tað tali eg soleiðis, sum faðirin hevur sagt mær.»

Evangeliið eftir Jóhannes 13

Fótatvátturin, eitt fyridømi

1 Tað var tætt fyri páskahátíðina; Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda. 2 Og meðan kvøldmáltíð varð hildin, tá ið djevulin longu hevði skotið inn í hjartað á Judasi Símunarsyni Iskarjot, at hann skuldi svíkja hann, 3 og tá ið hann visti, at faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann var komin frá Guði og fór til Guðs, 4 tá reisist hann frá kvøldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg. 5 So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við. 6 Hann kemur tá til Símun Pæturs, og hann sigur við hann: «Harri, tváar tú føtur mínar?» 7 Jesus svaraði og segði við hann: «Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.» 8 Pætur sigur við hann: «Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!» Jesus svaraði honum: «Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær!» 9 Símun Pætur sigur við hann: «Harri, ikki bert føtur mínar, men eisini hendurnar og høvdið.» 10 Jesus sigur við hann: «Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær (uttan um føturnar;) men hann er reinur allur sum hann er. Og tit eru reinir, men ikki allir.» 11 Tí at hann kendi tann, sum skuldi svíkja hann; tí segði hann: «Tit eru ikki allir reinir.» 12 Tá ið hann nú hevði tváað føtur teirra og latið seg í aftur klæðini og var setstur aftur, segði hann við teir: «Skilja tit, hvat eg havi gjørt við tykkum? 13 Tit kalla meg «Meistara» og «Harra», og tit siga rætt; tí at eg eri tað. 14 Tá ið nú eg, harrin og meistarin, havi tváað føtur tykkara, tá eiga eisini tit at tváa hvør annan um føturnar. 15 Tí at eg havi givið tykkum eitt fyridømi, til tess at líkasum eg gjørdi við tykkum, soleiðis skulu eisini tit gera. 16 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki er ein húskallur størri enn húsbóndi hansara; ikki heldur er eitt sendiboð størri enn tann, ið sendi tað. 17 Skilja tit hetta, eru tit sælir, um tit gera tað. 18 Eg tali ikki um tykkum allar. Eg veit, hvørjar eg havi útvalt; men skriftin mátti ganga út: Tann, sum breyð mítt etur, hevur lyft upp hæli sínum móti mær. 19 Hereftir sigi eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, tá ið tað er hent, skulu trúgva, at tað eri eg. 20 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti tí, sum eg sendi, hann tekur ímóti mær, og tann, sum tekur ímóti mær, tekur ímóti honum, sum sendi meg.»

Jesus talar um svikaran

21 Tá ið Jesus hevði sagt hetta, varð hann ógvuliga rørdur í andanum og vitnaði og segði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, at ein tykkara skal svíkja meg.» 22 Tá hugdu lærusveinarnir hvør upp á annan og vóru í iva um, hvønn hann talaði um. 23 Ein av lærusveinum hansara sat har til borðs við Jesu høgru lið, – tann, sum Jesus elskaði. 24 Til hansara nikkar tá Símun Pætur og sigur við hann: «Sig, hvør tað er, sum hann talar um!» 25 Hesin leggur seg upp at Jesu barmi og sigur við hann: «Harri, hvør er tað?» 26 Tá svarar Jesus: «Tað er hann, sum eg gevi tann bitan, sum eg nú dyppi niður í.» So dyppaði hann bitan og tók og gav Judasi Símunarsyni Iskarjot hann. 27 Og tá ið hann hevði fingið bitan, fór Sátan inn í hann. Jesus sigur tá við hann: «Tað, sum tú gert, ger tað skjótt.» 28 Men eingin teirra, sum sótu til borðs, skildi, hví hann segði hetta við hann. 29 Tí at summir hildu, við tað at Judas hevði pungin, at Jesus hevði sagt við hann: «Keyp tað, sum okkum er tørvur á til hátíðina,» ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað. 30 Tá ið hann nú hevði fingið bitan, fór hann alt fyri eitt út. Men nátt var.

Jesus talar um dýrmetan sína, um kærleika teirra millum

31 Tá ið hann nú var farin út, sigur Jesus: «Nú er menniskjusonurin vorðin dýrmettur, og Guð er vorðin dýrmettur í honum. 32 Er Guð vorðin dýrmettur í honum, tá skal Guð eisini gera hann dýrmettan í sær, og hann skal brátt gera hann dýrmettan. 33 Børn míni, bert stutta stund eri eg enn hjá tykkum. Tit skulu leita eftir mær, og líkasum eg segði við Jødarnar: «Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma,» soleiðis sigi eg nú eisini við tykkum. 34 Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. 35 Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.»

Jesus talar um fall Pæturs

36 Símun Pætur sigur við hann: «Harri, hvar fert tú?» Jesus svaraði: «Hagar, sum eg fari, kanst tú ikki fylgja mær nú; men tú skalt fylgja mær seinni.» 37 Pætur sigur við hann: «Harri, hví kann eg ikki fylgja tær nú? Eg vil leggja lív mítt á fyri teg.» 38 Jesus svarar: «Vilt tú leggja lív títt á fyri meg? Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Hanin skal ikki gala, fyrr enn tú hevur avnoktað meg tríggjar ferðir.»

Evangeliið eftir Jóhannes 14

Jesus talar um burturferð sína

1 «Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! 2 Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. 3 Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. 4 Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.» 5 Tummas sigur við hann: «Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?» 6 Jesus sigur við hann: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. 7 Høvdu tit kent meg, tá høvdu tit eisini kent faðir mín. Og frá hesi stund kenna tit hann og hava sæð hann.» 8 Filippus sigur við hann: «Harri, sýn okkum faðirin, og tað er okkum nóg mikið.» 9 Jesus sigur við hann: «So langa tíð havi eg verið hjá tykkum, og tú kennir meg ikki, Filippus? Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð faðirin; hvussu kanst tú tá siga: Sýn okkum faðirin? 10 Trýrt tú ikki, at eg eri í faðirinum, og faðirin er í mær? Tey orð, sum eg tali til tykkara, tey tali eg ikki av mær sjálvum. Men faðirin, sum í mær er, hann ger gerningar sínar. 11 Trúgvið mær, at eg eri í faðirinum, og faðirin í mær; men um ikki, tá trúgvið mær fyri sjálva gerninganna skuld!

Jesus talar um komu heilaga andans

12 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr á meg, hann skal eisini gera teir gerningar, sum eg geri; og hann skal gera enn størri gerningar enn hesar, tí at eg fari til faðirin. 13 Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera, til tess at faðirin skal verða gjørdur dýrmettur í syninum. 14 Biðja tit um okkurt í navni mínum, skal eg gera tað. 15 Elska tit meg, tá haldið boð míni! 16 Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, 17 sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum. 18 Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara. 19 Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva. 20 Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum. 21 Tann, sum hevur boð míni og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg; men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri honum.» 22 Judas, ikki Iskarjot, sigur við hann: «Harri, hvussu ber tað til, at tú vilt opinbera teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?» 23 Jesus svaraði og segði við hann: «Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum. 24 Tann, sum ikki elskar meg, hann varðveitir ikki orð míni; og orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg.

Jesus lovar lærusveinunum sín frið, og teir skulu gleðast um burturferð hans

25 Hetta havi eg talað til tykkara, meðan eg var verandi hjá tykkum. 26 Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum. 27 Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! 28 Tit hoyrdu, at eg segði við tykkum: Eg fari burtur og komi til tykkara. Elskaðu tit meg, tá høvdu tit glett tykkum um, at eg fari til faðirin; tí at faðirin er størri enn eg. 29 Og nú havi eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, tá ið tað er hent. 30 Eg skal ikki longur tala nógv við tykkum, tí at høvdingin í hesum heimi kemur, og í mær eigur hann als einki; 31 men fyri at heimurin skal kenna, at eg elski faðirin og at eg geri soleiðis, sum faðirin hevur boðið mær: Standið upp, latum okkum fara hiðani!»

Evangeliið eftir Jóhannes 15

Víntræið og greinarnar

1 «Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. 2 Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst. 3 Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. 4 Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær. 5 Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. 6 Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og følnar: tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna. 7 Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum. 8 Av hesum verður faðir mín gjørdur dýrmettur, at tit bera miklan ávøkst, og tit verða lærusveinar mínir.

Kærleiksboðið

9 Eins og faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum. Verðið verandi í kærleika mínum. 10 Halda tit boð míni, tá verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara. 11 Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin. 12 Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum. 13 Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar. 14 Tit eru vinir mínir, um tit gera tað, sum eg bjóði tykkum. 15 Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí at tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; men tykkum havi eg kallað vinir, tí at eg havi kunngjørt tykkum alt tað, sum eg havi hoyrt av faðir mínum. 16 Ikki tit hava útvalt meg; men eg havi útvalt tykkum, og eg havi sett tykkum til tess, at tit skulu fara og bera ávøkst, og at ávøkstur tykkara skal vara við, til tess at faðirin skal geva tykkum, hvat tit so biðja hann um í navni mínum. 17 Hetta bjóði eg tykkum, at tit skulu elska hvør annan.

Heimsins hat

18 Um heimurin hatar tykkum, tá vitið, at hann hevur hatað meg undan tykkum. 19 Vóru tit av heiminum, tá hevði heimurin elskað sítt egna. Men av tí at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, tess vegna hatar heimurin tykkum. 20 Minnist tað orðið, sum eg havi sagt tykkum: Ikki er tænari størri enn harri hansara. Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum; hava teir varðveitt orð mítt, munnu teir eisini varðveita tykkara. 21 Men alt hetta skulu teir gera móti tykkum fyri navns míns sakir, tí at teir ikki kenna hann, sum sendi meg. 22 Var eg ikki komin og hevði talað til teirra, tá høvdu teir ikki synd; men nú hava teir onga avsakan fyri synd sína. 23 Tann, sum hatar meg, hatar eisini faðir mín. 24 Hevði eg ikki gjørt slíkar gerningar millum teirra, sum eingin annar hevur gjørt, tá høvdu teir ikki synd; men nú hava teir sæð teir, og kortini hatað bæði meg og faðir mín. 25 Men tað er tí, at tað orðið, sum stendur skrivað í lóg teirra, skuldi ganga út: Teir hataðu meg uttan orsøk. 26 Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg. 27 Men eisini tit skulu vitna; tí at tit hava verið við mær av fyrstu tíð.»

Evangeliið eftir Jóhannes 16

Forfylging í væntan

1 «Hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit ikki skulu fáa meinboga. 2 Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan. 3 Og hetta gera teir, av tí at teir hvørki kenna faðirin ella meg. 4 Men hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit, tá ið tann stund kemur, skulu minnast, at eg havi sagt tykkum tað. Men hetta segði eg tykkum ikki av fyrstu tíð, við tað at eg var hjá tykkum.

Gerningur heilaga andans

5 Men nú fari eg burtur til hansara, sum sendi meg; og eingin tykkara spyr meg: «Hvar fert tú?» 6 Men av tí at eg havi talað hetta til tykkara, hevur sorg fylt hjarta tykkara. 7 Men eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara. 8 Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. 9 Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg; 10 um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; 11 men um dóm, av tí at høvdingin í hesum heimi er dømdur. 12 Enn havi eg nógv at siga tykkum; men tit eru ikki mentir at bera tað nú. 13 Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. 14 Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum. 15 Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum.

Teir skulu skiljast, men síggjast aftur

16 Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.» 17 Tá søgdu nakrir av lærusveinum hansara hvør við annan: «Hvat er hetta, sum hann sigur við okkum: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg, og: Eg fari til faðirin?» 18 Teir søgdu tí: «Hvat er hetta, sum hann sigur: Um lítla stund. Vit skilja ikki, hvat hann talar.» 19 Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: «Er tað hetta, tit skifta orð um tykkara millum, at eg segði: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg? 20 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu gráta og eymka tykkum, men heimurin skal fegnast: Tit skulu verða sorgarbundnir, men sorg tykkara skal verða vend til gleði. 21 Konan, sum skal eiga barn, hevur sorg, tí at tími hennara er komin; men tá ið hon hevur átt barnið, kemur henni ikki longur neyðina í hug fyri gleðina um, at ein menniskja er fødd í heimin. 22 Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum. 23 Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum. 24 Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin. 25 Hetta havi eg talað til tykkara í líknilsum. Tann stund kemur, tá ið eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram kunngera tykkum um faðirin. 26 Tann dagin skulu tit biðja í navni mínum, og eg sigi tykkum ikki, at eg skal biðja faðirin fyri tykkum; 27 tí at faðirin sjálvur elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg og trúð, at eg eri gingin út frá faðirinum. 28 Eg eri gingin út frá faðirinum og eri komin í heimin; eg fari úr heiminum aftur og fari til faðirin.» 29 Lærusveinar hansara siga: «Sí, nú talar tú beint fram og sigur einki líknilsi. 30 Nú vita vit, at tú veitst alt, og at tær ikki tørvar, at nakar spyr teg; tess vegna trúgva vit, at tú ert komin frá Guði.» 31 Jesus svaraði teimum: «Nú trúgva tit! 32 Sí, tann stund kemur og er longu komin, tá ið tit skulu spjaðast sundur, hvør til sítt, og lata meg vera einsamallan eftir. Tó eri eg ikki einsamallur, tí at faðirin er við mær. 33 Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at tit skulu hava frið í mær. Í heiminum hava tit trongd; men havið gott treyst, eg havi vunnið sigur av heiminum.»

Evangeliið eftir Jóhannes 17

Høvuðsprestabønin. Jesus biður fyri sær sjálvum

1 Hetta talaði Jesus og hann lyfti upp eygum sínum til himmalin og segði: «Faðir, tímin er komin; ger son tín dýrmettan, til tess at sonurin skal dýrmeta teg; 2 eins og tú hevur givið honum vald á øllum holdi, til tess at hann kann geva øllum teimum, sum tú hevur givið honum, ævigt lív. 3 Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist. 4 Eg havi dýrmett teg á jørðini við at fullføra tann gerning, sum tú fekst mær at gera; 5 og ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til.

Jesus biður fyri lærusveinunum

6 Eg havi opinberað navn títt fyri teimum monnum, sum tú gavst mær úr heiminum; teir vóru tínir, og tú gavst mær teir, og teir hava varðveitt orð títt. 7 Nú vita teir, at alt, sum tú hevur givið mær, er frá tær; 8 tí at orðini, sum tú gavst mær, havi eg givið teimum, og teir hava tikið við teimum, og teir hava sannað til fulnar, at eg eri komin frá tær, og teir hava trúð, at tú hevur sent meg. 9 Eg biði fyri teimum; ikki fyri heiminum biði eg, men fyri teimum, sum tú gavst mær, tí at teir eru tínir; 10 og alt mítt er títt, og títt er mítt, og eg eri vorðin dýrmettur í teimum. 11 Og eg eri ikki longur í heiminum, men teir eru í heiminum, og eg komi til tín. Heilagi faðir, varðveit teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, til tess at teir mega vera eitt eins og vit. 12 Tá ið eg var hjá teimum, varðveitti eg teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, og eg vardi teir, og eingin teirra glataðist uttan glatanarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út. 13 Men nú komi eg til tín; og hetta tali eg í heiminum, til tess at teir skulu hava gleði mína fullkomna í sær sjálvum. 14 Eg havi givið teimum orð títt; og heimurin hevur hatað teir, av tí at teir ikki eru av heiminum, eins og eg ikki eri av heiminum. 15 Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa. 16 Teir eru ikki av heiminum, eins og eg ikki eri av heiminum. 17 Halga teir í sannleikanum; orð títt er sannleiki. 18 Eins og tú hevur sent meg í heimin, soleiðis havi eg eisini sent teir í heimin; 19 og eg halgi meg sjálvan fyri teir, til tess at eisini teir skulu verða halgaðir í sannleika.

Jesus biður fyri øllum trúgvandi

20 Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg, 21 at teir allir mega vera eitt, at eins og tú, faðir, ert í mær og eg eri í tær, teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg. 22 Og dýrdina, sum tú hevur givið mær, havi eg givið teimum, til tess at teir mega vera eitt, eins og vit eru eitt, 23 eg í teimum og tú í mær, til tess at teir mega vera fullkomiliga sameindir til eitt, til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg, og at tú hevur elskað teir, eins og tú hevur elskað meg. 24 Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær, har sum eg eri, til tess at teir mega skoða dýrd mína, sum tú hevur givið mær; tí at tú hevur elskað meg, áðrenn heimurin var grundaður. 25 Rættvísi faðir, og heimurin hevur ikki kent teg; men eg havi kent teg, og hesir hava sannað, at tú hevur sent meg. 26 Og eg havi kunngjørt teimum navn títt og skal kunngera tað, til tess at kærleikin, sum tú hevur elskað meg við, skal vera í teimum og eg í teimum.»

Evangeliið eftir Jóhannes 18

Jesus svikin og tikin

1 Tá ið Jesus hevði sagt hetta, gekk hann út við lærusveinum sínum og yvir um løkin Kedron, har sum ein urtagarður var, sum hann fór inn í og lærusveinar hansara. 2 Men eisini Judas, sum sveik hann, kendi staðin, tí at Jesus var ofta komin saman har við lærusveinum sínum. 3 Tá tók Judas vaktarmenninar og nakrar sveinar frá høvuðsprestunum og Farisearunum við sær og kemur hagar við kyndlum og lompum og vápnum. 4 Tá ið Jesus nú visti alt, sum koma skuldi yvir hann, gekk hann fram og segði við teir: «Hvørjum leita tit eftir?» 5 Teir svaraðu honum: «Eftir Jesusi úr Nazaret.» Jesus sigur við teir: «Tað eri eg.» Men eisini Judas, sum sveik hann, stóð har hjá teimum. 6 Tá ið hann nú segði við teir: «Tað eri eg,» hopaðu teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar. 7 Hann spurdi teir tá aftur: «Hvørjum leita tit eftir?» Men teir søgdu: «Eftir Jesusi úr Nasaret.» 8 Jesus svaraði: «Eg havi sagt tykkum, at tað eri eg; er tað tá mær, tit leita eftir, so latið hesar fara.» 9 Til tess at tað orðið skuldi ganga út, sum hann hevði sagt: «Eg misti ongan av teimum, sum tú hevur givið mær.» 10 Símun Pætur, sum hevði svørð, brá tí nú og sló tænaran hjá høvuðsprestinum og høgdi av honum høgra oyrað; men navnið á tænaranum var Malkus. 11 Tá segði Jesus við Pætur: «Stikk svørðið í slíðrarnar! Skal eg ikki drekka skálina, sum faðirin hevur givið mær?»

Jesus førdur til Annasar og Kajfasar. Avnoktan Pæturs

12 Vaktarmenninir og høvuðsmaðurin og tænararnir hjá Jødunum tóku nú Jesus og bundu hann. 13 Og teir førdu hann fyrst til Annasar, tí at hann var verfaðir Kajfasar, sum var høvuðsprestur tað árið. 14 Men tað var Kajfas, sum hevði givið Jødunum tað ráð, at tað var gagnligt, at ein maður doyði fyri fólkið. 15 Men Símun Pætur fylgdi aftan á Jesus og ein annar lærusveinur. Men tann lærusveinurin var kunnigur við høvuðsprestin, og hann fór saman við Jesusi inn í garðin hjá høvuðsprestinum. 16 Men Pætur varð standandi uttanfyri við dyrnar. Tá fór hin lærusveinurin út, sum kunnigur var við høvuðsprestin, og talaði við duraternuna og førdi Pætur inn. 17 Duraternan sigur tá við Pætur: «Ert tú ikki eisini ein av lærusveinunum hjá hesum manni?» Hann sigur: «Ikki eri eg tað.» 18 Men tænararnir og sveinarnir stóðu har uttan um ein kolaeld, sum teir høvdu kynt, tí at kalt var, og vermdu seg. Men eisini Pætur stóð hjá teimum og vermdi seg. 19 Høvuðspresturin spurdi nú Jesus um lærusveinar hansara og um læru hansara. 20 Jesus svaraði honum: «Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; eg havi altíð lært í samkomuhúsum og í halgidóminum, har sum allir Jødarnir koma saman, og í loyndum havi eg einki talað. 21 Hví spyrt tú meg? Spyr teir, sum hava hoyrt, hvat eg havi talað til teirra. Sí, teir vita, hvat eg havi sagt.» 22 Men í tí hann segði hetta, gav ein av sveinunum, sum hjá stóð, Jesusi høgg á kinn og segði: «Svarar tú soleiðis høvuðsprestinum?» 23 Jesus svaraði honum: «Havi eg talað illa, tá prógva, at tað er ilt. Men havi eg talað væl, hví slært tú meg?» 24 Annas sendi hann nú bundnan til Kajfasar, høvuðsprestin. 25 Men Símun Pætur stóð og vermdi seg. Tá søgdu teir við hann: «Ert ikki eisini tú ein av lærusveinum hansara?» Hann noktaði og segði: «Ikki eri eg tað.» 26 Ein av tænarunum hjá høvuðsprestinum, ein skyldmaður hansara, sum Pætur hevði høgt oyrað av, sigur: «Sá eg teg ikki í urtagarðinum saman við honum?» 27 Tá noktaði Pætur aftur, og í sama bili gól hanin.

Jesus fyri Pilatusi

28 Teir føra nú Jesus frá Kajfasi til landshøvdingaborgina; men tað var tíðliga á morgni. Og sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, til tess at teir ikki skuldu gerast óreinir, men kundu eta páskalambið. 29 Pilatus fór tá út til teirra og sigur: «Hvørja klagu føra tit móti hesum manni?» 30 Teir svaraðu og søgdu við hann: «Var hann ikki ein illgerðarmaður, tá høvdu vit ikki verið komnir til tín við honum.» 31 Pilatus segði tá við teir: «Takið tit hann og dømið hann eftir lóg tykkara.» Jødarnir søgdu við hann: «Okkum er ikki loyvt at taka nakran mann av lívi.» 32 Tí at Jesu orð skuldu ganga út, sum hann segði, tá ið hann kunngjørdi, hvønn deyða hann skuldi doyggja. 33 Pilatus fór tá inn aftur í borgina, og hann kallaði Jesus til sín og segði við hann: «Ert tú kongur Jødanna?» 34 Jesus svaraði: «Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um meg?» 35 Pilatus svaraði: «Eri eg tá Jødi? Fólk títt og høvuðsprestarnir hava fingið mær teg; hvat hevur tú gjørt?» 36 Jesus svaraði: «Ríki mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki mítt av hesum heimi, tá høvdu sveinar mínir stríðst fyri mær, til tess at eg ikki varð givin upp til Jødarnar. Men nú er ríki mítt ikki haðani.» 37 Pilatus segði tá við hann: «Men so ert tú kongur kortini?» Jesus svaraði: «So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína.» 38 Pilatus sigur við hann: «Hvat er sannleiki?» Og tá ið hann hevði sagt hetta, fór hann út aftur til Jødarnar og sigur við teir: «Eg finni onga søk hjá honum. 39 Men tað er siður hjá tykkum, at eg sleppi tykkum einum leysum um páskirnar. Vilja tit nú, at eg skal sleppa tykkum kongi Jødanna leysum?» 40 Teir rópaðu tá aftur og søgdu: «Nei, ikki honum, men Barabbasi.» Men Barabbas var ránsmaður.

Evangeliið eftir Jóhannes 19

Jesus tornakrýndur og dømdur

1 Tá tók Pilatus Jesus og húðflongdi hann. 2 Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum og settu á høvdið á honum og kastaðu ein skarlakskappa uttan um hann, 3 og teir gingu yvir til hansara og søgdu: «Heilur og sælur, kongur Jødanna!» Og teir slógu hann í andlitið. 4 Og Pilatus fór tá út aftur og sigur við teir: «Sí, eg komi nú við honum út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga søk hjá honum.» 5 Jesus gekk tá út við tornakrúnuni á høvdi og í skarlakskappanum, og Pilatus sigur við teir: «Sí, her er maðurin!» 6 Tá ið nú høvuðsprestarnir og sveinarnir sóu hann, rópaðu teir og søgdu: «Krossfest, krossfest!» Pilatus sigur við teir: «Takið tit hann og krossfestið hann; tí at eg finni onga søk hjá honum.» 7 Jødarnir svaraðu honum: «Vit hava lóg, og eftir lógini eigur hann at doyggja; tí at hann hevur gjørt seg sjálvan til Guðs son.» 8 Tá ið nú Pilatus hoyrdi hetta orðið, kom enn meiri ótti á hann; 9 og hann fór inn aftur í borgina og sigur við Jesus: «Hvaðan ert tú?» Men Jesus gav honum einki svar. 10 Pilatus sigur tá við hann: «Talar tú ikki til mín? Veitst tú ikki, at eg havi vald at sleppa tær leysum, og at eg havi vald at krossfesta teg?» 11 Jesus svaraði honum: «Tú hevði als einki vald á mær, um tað ikki var givið tær oman úr erva. Tí hevur tann størri synd, sum gav meg upp í hendur tínar.» 12 Eftir hetta royndi Pilatus at sleppa honum leysum. Men Jødarnir rópaðu og søgdu: «Sleppir tú honum leysum, tá ert tú ikki vinur keisarans. Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setir seg upp móti keisaranum.» 13 Tá ið nú Pilatus hoyrdi hesi orð, førdi hann Jesus út og settist í dómarasætið á einum staði, sum nevnist «á steinsettum» (á hebráiskum máli: Gabbata). 14 Men tað var atfangadagur fyri páskir, okkurt um sætta tíma. Og hann sigur við Jødarnar: «Sí, har er kongur tykkara!» 15 Tá rópaðu teir: «Burtur, burtur við honum! Krossfest hann!» Pilatus sigur við teir: «Skal eg krossfesta kong tykkara?» Høvuðsprestarnir svaraðu: «Vit hava ongan kong uttan keisaran.» 16 Tá gav hann hann upp til teirra, at hann skuldi verða krossfestur.

Golgata

17 Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, sum kallast Ennistaðurin, og sum á hebráiskum eitur Golgata. 18 Har krossfestu teir hann og saman við honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, men Jesus í miðjuni. 19 Men Pilatus skrivaði eisini eina yvirskrift og setti hana á krossin; har stóð skrivað: «Jesus úr Nasaret, kongur Jødanna.» 20 Hesa yvirskriftina lósu nú mangir av Jødunum, tí at staðurin, har sum Jesus varð krossfestur, var nær við bygdina, og hon var skrivað á hebráiskum og rómverskum og grikskum máli. 21 Tá søgdu høvuðsprestar Jødanna við Pilatus: «Skriva ikki: Kongur Jødanna; men: Hann segði: Eg eri kongur Jødanna.» 22 Pilatus svaraði: «Tað, sum eg havi skrivað, havi eg skrivað.» 23 Tá ið nú hermenninir høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði hansara og býttu tey sundur í fýra lutir, hvørjum hermanni ein lut, somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin var óseymaður, vovin í einum oman ígjøgnum. 24 Teir søgdu tí hvør við annan: «Latum okkum ikki skera hann sundur, men latum okkum heldur kasta lut um hann, hvør ið skal fáa hann;» tí at skriftin skuldi ganga út: «Teir býttu klæði míni millum sín, og kastaðu lut um klædning mín.» Hetta gjørdu nú hermenninir. 25 Men við Jesu kross stóð móðir hansara og móðursystir hansara, Maria, kona Kleopasar, og Maria Magdalena. 26 Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærusveinin, sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: «Kvinna, har er sonur tín!» 27 Síðan sigur hann við lærusveinin: «Sí, har er móðir tín!» Og frá teirri stund tók lærusveinurin hana heim til sín. 28 Eftir hetta, tá ið Jesus visti, at alt nú longu var fullgjørt, til tess at skriftin skuldi ganga út, sigur hann: «Eg eri tystur.» 29 Har stóð eitt ker fult av ediki. Teir settu tá ein svamp fullan av ediki á ein ýsopslegg og bóru honum at munni. 30 Tá ið Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann: «Tað er fullgjørt!» Og hann boygdi høvdið og gav upp andan.

Spjótstingurin

31 Við tað at tað var atfangadagur og fyri tann skuld at likamini ikki skuldu verða hangandi á krossinum um hvíludagin, tí at tann hvíludagurin var mikil, bóðu nú Jødarnir Pilatus um, at beinini í teimum máttu verða brotin sundur, og at tey máttu verða tikin niður. 32 Hermenninir fóru tí og brutu beinini bæði í hinum fyrra og hinum øðrum, sum hevði verið krossfestur saman við honum. 33 Men tá ið teir komu til Jesus og sóu, at hann longu var deyður, brutu teir ikki bein hansara. 34 Men ein av hermonnunum stakk eitt spjót inn i síðuna á honum, og har kom við tað sama blóð og vatn útúr. 35 Og tann, sum hevur sæð tað, hevur vitnað um tað, og vitnisburður hansara er sannur, og hann veit, at hann sigur tað, sum satt er, til tess at eisini tit mega trúgva. 36 Tí at hetta hendi, til tess at skriftin skuldi ganga út: «Bein skal ikki verða brotið í tí.» 37 Og upp aftur sigur eitt annað skriftorð: «Teir skulu líta til hansara, sum teir stungu.»

Jesus jarðaður

38 Síðan kom Jósef úr Arimateu, sum var ein lærusveinur Jesu, men í duldum, av ótta fyri Jødunum, og bað Pilatus um, at hann mátti taka Jesu likam niður. Pilatus eftirlíkaði honum. Hann kom tí og tók likam hansara. 39 Men Nikodemus, hann sum í fyrstuni var komin til hansara um náttina, kom eisini og hevði við sær okkurt um hundrað pund av eini blanding av myrru og aloe. 40 Teir tóku nú Jesu likam og sveipaðu tað í línklæði saman við angandi urtum, soleiðis sum siður er hjá Jødum at búgva lík til jarðar. 41 Men á tí staði, har sum hann hevði verið krossfestur, var urtagarður, og í urtagarðinum nýggj grøv, sum eingin enn hevði verið lagdur í. 42 Har løgdu teir nú Jesus fyri atfangadags Jødanna skuld, við tað at grøvin var nær.

Evangeliið eftir Jóhannes 20

Maria Magdalena, Pætur og Jóhannes síggja ta tómu grøvina

1 Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena tíðliga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og hon sær, at steinurin er tikin burt frá grøvini. 2 Hon fer tá rennandi og kemur til Símun Pæturs og til hin lærusveinin, hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: «Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.» 3 Tá fór Pætur út og hin lærusveinurin, og teir komu til grøvina. 4 Men teir runnu báðir saman, og hin lærusveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr at grøvini. 5 Og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har, men fór tó ikki inn. 6 Tá kemur eisini Símun Pætur, sum fylgdi aftan á honum, og hann gekk inn í grøvina; hann sá línklæðini liggja har, 7 og sveittadúkin, sum hann hevði havt um høvdið, sá hann liggja, ikki saman við línklæðunum, men samanballaðan á einum staði fyri seg sjálvan. 8 Tá fór nú eisini hin lærusveinurin inn, sum fyrr var komin til grøvina, og hann sá og trúði. 9 Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum. 10 Lærusveinarnir fóru tá heim aftur til sín sjálvs.

Jesus opinberar seg fyri Mariu Magdalenu

11 Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum hon nú græt, kagaði hon inn í grøvina, 12 og hon sær tveir einglar í hvítum klæðum sita har, annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum Jesu likam hevði ligið. 13 Og teir siga við hana: «Kvinna, hví grætur tú?» Hon sigur við teir: «Tí at teir hava tikið harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann.» 14 Tá ið hon hevði sagt hetta, vendi hon sær við, og hon sær Jesus standa har, og hon visti ikki, at tað var Jesus. 15 Jesus sigur við hana: «Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?» Hon hugsaði, at hetta mundi vera urtagarðsmaðurin, og sigur við hann: «Harri, hevur tú borið hann burtur, tá sig mær, hvar tú hevur lagt hann, og eg skal taka hann.» 16 Jesus sigur við hana: «Maria!» Hon vendir sær á og sigur við hann á hebráiskum: «Rabbuni!» (tað merkir: meistari). 17 Jesus sigur við hana: «Nem ikki við meg; tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara.» 18 Maria Magdalena kemur og boðar lærusveinunum: «Eg havi sæð Harran!» og at hann hevði sagt henni hetta.

Jesus opinberar seg fyri 10 lærusveinum

19 Men tá ið komið var at kvøldi henda sama fyrsta dag í vikuni og meðan dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og sigur við teir: «Friður veri við tykkum!» 20 Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendurnar og síðuna. Nú vórðu lærusveinarnir glaðir, tá ið teir sóu Harran. 21 Jesus segði tá aftur við teir: «Friður veri við tykkum! Eins og faðirin hevur sent meg, soleiðis sendi eg eisini tykkum.» 22 Og tá ið hann hevði sagt hetta, andaði hann á teir og sigur við teir: «Takið við heilagum anda. 23 Hvørjum, sum tit fyrigeva syndirnar, teimum eru tær fyrigivnar, og hvørjum, sum tit halda teimum aftur, teimum eru tær afturhildnar.» 24 Men Tummas, ein av teimum tólv, hann, sum kallast Didymos (tað merkir: tvíburður) var ikki saman við teimum, tá ið Jesus kom. 25 Hinir lærusveinarnir søgdu tá við hann: «Vit hava sæð Harran!» Men hann segði við teir: «Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.»

Jesus opinberar seg fyri Tummasi

26 Og átta dagar seinni vóru lærusveinar hansara aftur inni og Tummas við teimum. Jesus kemur, meðan dyrnar vóru læstar, og stóð mitt ímillum teirra og segði: «Friður veri við tykkum!» 27 Síðan sigur hann við Tummas: «Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.» 28 Tummas svaraði og segði við hann: «Harri mín og Guð mín!» 29 Jesus sigur við hann: «Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!»

Endamálið við Jóhannesar evangeliinum

30 Mong onnur tekin gjørdi Jesus eisini fyri eygunum á lærusveinum sínum, sum ikki eru skrivað í hesi bók. 31 Men hetta er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guðs, og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara.

Evangeliið eftir Jóhannes 21

Jesus opinberar seg við Tiberiasvatnið

1 Eftir hetta opinberaði Jesus seg aftur fyri lærusveinunum við Tiberiasvatnið. Men hann opinberaði seg á henda hátt: 2 Har vóru saman teir Símun Pætur og Tummas, ið kallast Didymos, og Natanael frá Kána í Galileu og teir synir Sebedeusar og tveir aðrir av lærusveinum hansara. 3 Símun Pætur sigur við teir: «Eg fari út at fiska.» Teir siga við hann: «Vit koma eisini við tær.» Teir fóru so avstað og fóru í bátin. Men ta náttina fingu teir einki. 4 Men tá ið lýsti av degi, stóð Jesus í fjøruni; tó vistu lærusveinarnir ikki, at tað var Jesus. 5 Jesus sigur tá við teir: «Børn míni, hava tit nakað at eta?» Teir svaraðu honum: «Nei.» 6 Hann segði tá við teir: «Setið nótina út høgrumegin við bátin, so skulu tit fáa!» Teir settu tá út, og orkaðu tá ikki at draga nótina fyri nøgdini av fiski, sum í var. 7 Tá sigur tann lærusveinurin, sum Jesus elskaði, við Pætur: «Tað er Harrin.» Men tá ið nú Símun Pætur hoyrdi, at tað var Harrin, bant hann kyrtilin um seg, tí at hann var nakin, og leyp á vatnið. 8 Men hinir lærusveinarnir komu við bátinum og drógu nótina við fiskinum eftir sær; tí at teir vóru ikki langt frá landi, men bert okkurt um tvey hundrað alin. 9 Tá ið teir nú komu upp á land, síggja teir har kolaeld og fisk settan útá og breyð. 10 Jesus sigur við teir: «Komið higar við nøkrum av fiskunum, sum tit nú hava veitt.» 11 Símun Pætur fór tá út og dró nótina á land, fulla av stórum fiskum, hundrað og fimmti og trimum. Og tó at teir vóru so nógvir, skrædnaði nótin ikki. 12 Jesus sigur við teir: «Komið og fáið tykkum morgunmat!» Men eingin av lærusveinunum tordi at spyrja hann: « Hvør ert tú?» Tí at teir vistu, at tað var Harrin. 13 Jesus kemur og tekur breyðið og gevur teimum, somuleiðis eisini fiskin. 14 Hetta var longu triðja ferðin, at Jesus opinberaði seg fyri lærusveinunum, eftir tað hann var risin upp frá deyðum.

Samtalan við Pætur; Jesus boðar deyða hans

15 Tá ið teir nú høvdu etið morgunmat, sigur Jesus við Símun Pætur: «Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?» Hann sigur við hann: «Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.» Hann sigur við hann: «Røkta lomb míni!» 16 Hann sigur aftur á øðrum sinni við hann: «Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?» Hann sigur við hann: «Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.» Hann sigur við hann: «Ver hirði hjá seyði mínum!» 17 Hann sigur við hann á triðja sinni: «Símun Jóhannesarson, ert tú góður við meg?» Pætur varð syrgin, tí at hann segði við hann á triðja sinni: «Ert tú góður við meg?» og hann segði við hann: «Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!» Jesus sigur við hann: «Røkta lomb míni! 18 Sanniliga, sanniliga sigi eg tær, tá ið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvan og gekst, hvar tú vildi; men tá ið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og ein annar skal gyrða teg og føra teg hagar, sum tú ikki vilt.» 19 Men hetta segði hann fyri at merkja, við hvørjum deyða hann skuldi dýrmeta Guð. Og tá ið hann hevði sagt hetta, sigur hann við hann: «Fylg mær!»

Orð um Jóhannes

20 Tá ið Pætur vendi sær við, sær hann tann lærusveinin, sum Jesus elskaði, koma aftaná, tann sama sum við kvøldmáltíðina lá upp at barmi hansara og segði: «Harri, hvør er tann, sum svíkur teg?» 21 Tá ið Pætur sá hann, sigur hann við Jesus: «Harri, men hvussu verður við hesum?» 22 Jesus sigur við hann: «Um eg vil, at hann skal verða verandi, til eg komi, hvat er so tær um tað? Fylg tú mær!» 23 Tí kom hetta orðið út millum brøðurnar: «Hesin lærusveinurin doyr ikki.» Men tó hevði Jesus ikki sagt við hann, at hann ikki skuldi doyggja, men: Um eg vil, at hann skal verða verandi, til eg komi, hvat er so tær um tað? 24 Tað er hesin lærusveinurin, sum vitnar um hetta og hevur skrivað hetta, og vit vita, at vitnisburður hansara er sannur.

Orð til endans

25 Tað er eisini mangt annað, sum Jesus gjørdi, og skuldi tað alt verið skrivað upp, hvørt fyri seg, hugsi eg, at ikki allur heimurin kundi rúma teimum bókum, sum tá vórðu skrivaðar.